Nýggj rakettálop á Ukraina í dag

Í fleiri ukrainskum býum hoyrast ávaringarlúðrar, og fólk eru biðin um at søkja sær skjól í bumbuskýlum.

 

 

Roknað hevur verið við russiskum hevndarálopum í dag, nú russiskar flogstøðir eru raktar tíðliga í morgun.

Í dag eru fleiri loftálop væntandi á Ukraina, og ávaringarlúðrar ljóða í fleiri ukrainskum býum.

 

Ein talsmaður fyri ukrainsku verjuna sigur sambært Reuters, at Russland hevur sett í gongd eitt nýtt rakettálop móti landinum.

 

Higartil eru tvey fólk deyð har suðuri í Zaporizjzja-regiónini, og fleiri hús eru løgd í oyði.

 

Kyrylo Tymoshenko, sum starvast á forsetaskrivstovuni í Kyiv, sigur, at har norðuri í Sumy-regiónini hava álopini ført til streymslit.

 

Í fleiri ukrainskum býum hoyrast ávaringarlúðrar, og fólk eru biðin um at søkja sær skjól í bumbuskýlum.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at spreingingar longu hava verið í fleiri ukrainskum býum, eitt nú í Kyiv, Odessa, Kherson og Zaporizjzja.

 

Óvist er, um nakrar av hesum spreingingum eru, tí ukrainskar loftverjurakettir raka russisku rakettirnar.

 

Men, longu nú er greitt, at nakrar av russisku rakettunum hava rakt málum í Ukraina. 

 

Tíðindastovan Reuters veit at siga, at tvey fólk eru deyð í Zaporizjzja.

 

The Guardian veit at siga, at umleið 104 rakettir eru skotnar úr 13 ymiskum stríðsflogførum, og møguliga eru rakettir eisini skotnar av herskipum.

 

Tíðliga í morgun frættist um, at spreingingar høvdu verið á tveimum russiskum flogstøðum, og tí hevur eisini verið roknað við russiskum hevndarálopum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Roknað hevur verið við russiskum hevndarálopum í dag, nú russiskar flogstøðir eru raktar tíðliga í morgun.