Ein nýggj føroysk tónleika heimasíða hevur sæð dagsins ljós.
Tað er Jóannes Huusgaard Á Fløtti, sum hevur ment heimasíðuna nótar.fo, saman við Zachariasi Sørensen, sum er stigtakari og eigari av heimasíðuni og forlagnum nótar. Nótar, hevur til endamáls at geva út nótar til føroyskar sangir, og á heimasíðuni ber til at keypa sangir við nótum talgilt, umframt ávísar pappírsbøkur við føroyskum løgum.
##med2##