Tað segði politiski talsmaðurin hjá Eindarlistanum, Pelle Dragsted, uttan fyri embætisbústaðin hjá forsætisráðfrúuni, Marienborg, í morgun.
Harumframt ætlar stjórnin stigvíst at innføra ókeypis tannlæknahjálp til allar borgarar.
Enn er ikki greitt, hvussu tiltøkini skulu fíggjast. Sambært donskum myndugleikum kann ein hálvering av mvg á matvørum og mvg-frítøka fyri frukt og grønmeti kosta ríkiskassanum umleið 17 milliardir krónur um árið.
Stjórnin er skipað við Javnaðarflokkinum, SF, Modaratunum og Radikala Vinstra, meðan Eindarlistin og Alternativið verða stuðulsflokkar.











