Amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Alan Leventhal. Mynd: Álvur Haraldsen

Nýggjársheilsan frá amerikanska sendiharranum til føroyingar

Amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Alan Leventhal, hevur sent Miðlahúsinum hesa nýggjarársheilsan til føroyingar:

Amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Alan Leventhal. Mynd: Álvur Haraldsen

Nýggjársheilsan frá Alan Leventhal, amerikanska sendiharranum í Danmark

 

Fyrsta hálva árið hjá mær sum amerikanskur sendiharri í danska kongaríkinum hevur verið upplívgandi og inspirerandi, tí eg havi møtt eini rúgvu av eldhugaðum fólkum. Eg havi kent meg vælkomnan í Føroyum, og eg havi upplivað tykkara stóra ágrýtni til at byggja eitt vælviljað, mentað og samhaldsfast samfelag.

 

Tætta diplomatiska samstarvið millum USA og danska kongaríkið verður 222 ára gamalt í ár og er sostatt ein av teimum elstu, samfeldu felagsskapunum av sínum slagi í heiminum. Hesin felagsskapur er grundaður á okkara felags áhugamál innan fólkaræði, frælsi, samhandli, rættartrygd, trygd og framburði.

 

Sum sendiharri er tað umráðandi fyri meg at arbeiða miðvíst fyri at røkja hesi áhugamál, umframt at halda fram við okkara góða samstarvi innan veðurlagsbroytingar og aðrari vísindaligari gransking.

 

Á vitjan míni í Tórshavn í august fekk eg tann stóra heiður at seta “The U.S.-Faroes Business Forum” á stovn í samstarvi við Vinnuhúsið og føroyskar fyritøkur. Endamálið við hesum átaki er at styrkja handils- og íløguvirksemið millum USA og Føroyar. Eg gleði meg at arbeiða víðari saman við føroyingum á hesum og øðrum týdningarmiklum økjum í okkara felagsskapi í 2023.

 

Eg og mítt toymi á sendistovuni í Keypmannahavn og konsulátinum í Nuuk eru takksom fyri tey persónligu sambondini og sambandið við stjórnirnar í Grønlandi, Danmark og Føroyum, eins og vit gleðast um okkara samband við lokalar kommunur, felagsskapir, fyritøkur og mentanar- og útbúgvingarstovnar. Samstarvsyvirlýsingin, sum USA og Føroyar undirskrivaðu í 2020, inniheldur ítøkiligar møguleikar fyri enn tættari samstarvi. Í nýggja árinum fara vit at arbeiða fyri at styrkja enn meira um okkara felags áhugamál.

 

Hetta fyrsta hálva árið sum sendiharri hevði eg tann stóra heiður at hitta ungdómar í ríkisfelagsskapinum, eisini í Føroyum. Eg lærdi nógv um teirra sjónarmið viðvíkjandi sosialum og politiskum málum í USA, og vit høvdu eitt gott og opið kjak um avbjóðingarnar, sum standa fyri framman í USA. Eg gleði meg at tosa við fleiri ungdómar í Føroyum í nýggja árinum, tí hetta ættarliðið hevur ein avgerandi leiklut í framtíðarsamstarvinum millum USA og Føroyar.

 

Eingin ivi er um, at avbjóðingar liggja fyri framman í 2023. Men árið fer eisini at hava við sær møguleikar. Vit hava nógv týdningarmikil mál at arbeiða saman um. Vit eru spent upp á hendan møguleikan og gleða okkum at átaka okkum hesa uppgávu saman við okkara føroysku samstarvsfeløgum, vinum og sameindu. Eg vil hervið ynskja tykkum øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.

 

Amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Alan Leventhal. Mynd: Álvur Haraldsen