Kostnaðurin verður mettur til umleið 15 milliónir krónur um árið.
Føroyar bíða eftir eini danskari avgerð, áðrenn støða verður tikin til, um nýggi heilivágurin Donanemab móti alzheimerdemensi skal bjóðast føroyskum sjúklingum.
Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.
Donanemab og Lecanemab eru nýggj sløg av heilivági móti alzheimerdemensi. Bæði eru andevni, sum virka móti beta-amyloid, ið legst í heilan hjá fólki og verður mett at vera ein av orsøkunum til demenssjúkuna.
Bæði sløgini vórðu góðkend í ES í 2025. Tað er tó upp til einstøku londini at taka støðu til, um heilivágurin skal takast í nýtslu.
Danska Heilsuráðið gjørdi 17. desember í fjør av ikki at viðmæla Lecanemab. Grundgevingin var avmarkað klinisk ávirkan, vandi fyri álvarsomum hjáárinum og ein kostnaður, sum varð mettur at vera ov høgur í mun til gagnið av viðgerðini. Hini Norðurlondini eru komin til somu niðurstøðu.
Danska Heilsuráðið viðger í løtuni, um Donanemab skal viðmælast. Avgerðin verður væntandi tikin 26. november í ár.
Í Føroyum er tað Ráðið fyri serstakan sjúkrahúsheilivág, sum ger tilmæli um, hvør serligur heilivágur skal bjóðast. Ráðið fylgir vanliga avgerðunum hjá danska Heilsuráðnum, men kann eisini taka atlit til støðuna í hinum grannalondunum.
19 innleggingar fyri hvønn sjúkling
Donanemab verður givið beinleiðis í æðrarnar fjórðu hvørja viku í 18 mánaðir. Hetta svarar til 19 innleggingar fyri hvønn sjúkling. Harumframt skulu fleiri kliniskar kanningar, blóðroyndir og MR-skanningar gerast undir viðgerðini.
Viðgerðin er ætlað sjúklingum, sum eru tíðliga í sjúkugongdini. Teir skulu tí kannast væl, áðrenn farið verður undir viðgerð.
Sjúkrahúsverkið metir, at umleið sjey sjúklingar í Føroyum kunnu lúka krøvini til at byrja viðgerð árliga. Hetta er av umleið 100 fólkum, sum verða ávíst til demenskanning á hvørjum ári.
Viðgerðin verður mett at kosta umleið eina millión krónur fyri hvønn sjúkling um árið. Við 14 sjúklingum í viðgerð samstundis verður samlaði árligi kostnaðurin mettur til umleið 15 milliónir krónur. Fígging skal finnast, um heilivágurin verður tikin í nýtslu.
– Samanumtikið eru vit í Føroyum sostatt í eini bíðistøðu, sigur landsstýriskvinnan.
Tá danska Heilsuráðið hevur tikið støðu í november, fer føroyska Ráðið fyri serstakan sjúkrahúsheilivág at taka málið upp.










