Nýggjur brandbilur í Hvannasundi

- Gamli bilurin hevur tænt fyri seg, og kommununi vóna tey, at nýggi bilurin kemur at tæna økinum eins væl, og tann gamli

Á myndini síggjast nýggi og gamli brandbilurin lið um lið

Í dag hevur tilbúgvarleiðarin fyri Sløkkiliðið í Norðoyggjum, Finn Hansen, verið á gátt í Hvannasunds kommunu. 

 

- Endamálið var endaliga at avhenda nýggja brandbilin, sum kemur at hava heimstað í Hvannasunds kommunu. Sostatt er gamli brandbilurin farin av økinum aftur.

 

Í Hvannasunds kommunu siga tey, at nýggi bilurin er serliga væl egnaður til alla tilbúgving í samband við stormskaðar og tílíkt.

 

- Tilbúgvingarnevndin í Norðoyggjum samtykti at raðfesta nýggjan brandbil til økið í tronganum á fíggjarætlanini til inniverandi ár, og í dag varð hendan raðfestingin avgreidd.

 

Lagt verður, at gamli bilurin hevur tænt fyri seg, og í Hvannasunds kommunu vóna tey, at nýggi bilurin kemur at tæna økinum eins væl, og tann gamli.

 

##med2##

 

 

 

Á myndini síggjast nýggi og gamli brandbilurin lið um lið