U21-liðskiparin og nýklakti A-landsliðsleikarin, Áki D. Samuelsen var í kvøld partur av einum ótrúligum dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan.
Áki skoraði tvey mál fyri Mjällby í útidystinum móti Sirius í Uppsala. Mjällby var aftanfyri bæði 0-3 og 2-4, men teir megnaðu kortini at knógva javnleik 4-4 í einum heilt ótrúligum dysti.
Robbie Ure skoraði øll fýra málini fyri Sirius. Tá 50 minuttir vóru leiktir var Sirius á odda 3-0, og tá svart út hjá Mjällby. Men við tveimum málum innanfyri níggju minuttir tendraði Áki eina vón hjá Mjällby. Tó økti Robbie Ure til 4-2 fýra minuttir aftaná Áki hevði skorað seinna málið hjá sær.
Nú sá aftur svart út hjá Mjällby, men í 81. minutti fekk Ludvig Svanberg spenning í uppgerðina aftur, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Tom Pettersson til endaliga úrslitið 4-4, ið er ein stórur moralskur sigur hjá Mjällby aftaná at hava verið aftanfyri 0-3 og 2-4. Talan er um fyrsta stigamissin hjá Sirius á heimavølli hetta kappingarárið.
Hjá Soccerstand er Áki besti leikarin hjá Mjällby. Har fær hann karakterin 7,9 (av 10 møguligum). Frá Sofascore fær Áki langt tann besta karakterin. Har fær hann flotta karakterin 9,1.
Mjällby er nummar fimm í deildini við 16 stigum. Sirius er greitt oddalið við 29 stigum.
Leygardagin 11. juli klokkan 14 hevur Mjällby dyst á heimavølli móti AIK Stockholm.










