HM: Egyptar vóru tryggir í brotssparkskappingini

Avstraliumenn stríddust manniliga, men brendu tvey av fýra brotsspørkum

Egyptaland var favorittur undan HM-sekstandapartsfinaluni móti Avstralia á AT&T leikvøllinum í Arlington í Texas. 

 

Egyptar høvdu eisini bóltin meira og høvdu væl fleiri málmøguleikar enn avstraliumenn. Leikararnir hjá Avstralia stríddust tó manniliga, og teir megnaðu at taka dystin allan vegin til eina brotssparkskapping. Í brotssparkskappingini var tó klassamunur. Egyptar skoraðu upp á fýra av fýra brotsspørk, meðan avstraliumenn brendu tvey av fýra. 

 

13 minuttir vóru leiktir tá Emam Ashour legði Egyptaland á odda. Avstralia javnaði í 55. minutti, tá Mohamed Hany stútaði bóltin í egið mál. Egyptar høvdu møguleikarnar at avgera dystin, eisini í longdu leiktíðin, men teir tóku ikki av. Teir tóku tó av í brotssparkskappingini.

 

Í áttandapartsfinaluni møtir Egyptaland vinnaranum av dystinum millum Argentina og Kap Verde (Grønhøvdaoyggjunum). 

 

Egyptaland er saman við Marokko einastu umboðini fyri Afrika í HM-áttandapartsfinalunum. 

 

Avstralia-Egyptaland 3-5 (1-1 - 0-1) - Egyptaland vann brotssparkskappingina 4-2.

0-1 Emam Ashour ('13 )

1-1 sjálvmál ('55 )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Avstralia og Egyptaland. 

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.