NSÍ sólar sær á toppinum

KÍ hevur ikki vunnið fulla úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar og síðani boðað varð frá, at venjarin ikki fer at halda fram

23. august í 1998 hittust NSÍ og KÍ í Runavík. Úrslitið var málleysur javnleikur. Síðani tá hava teir bláu úr Klaksvík og teir gulu úr Runavík dystast so mangan, og ongantíð í øll hesi 28 árini eru liðini farin av vøllinum, uttan at mál eru skorað.

 

Í kvøld endaði tað aftur 0-0. Úrslitið ber við sær, at NSÍ er topplið, nú kappingin fer í summarfrí, og tað resta 11 umfør. NSÍ hevur 34 stig, og KÍ hevur 31 stig. Eftir summarsteðgin fer NSÍ at spæla í Gundadali ímóti HB og á heimavølli ímóti Skála ÍF og EB/Streymi, áðrenn KÍ 23. august, ella nett 28 ár eftir javnleikin fyri 28 árum síðani, fær vitjan av NSÍ.

 

Tað var øgiliga intenst og nógvir nærdystir, men tað vóru heilt fáir ella rættari eingin upplagdur málmøguleiki. Kanska var hondbremsan eitt sindur uppi soleiðis at skilja, at tað ráddi fyrst og fremst um ikki at tapa.

 

Felags fyri bæði liðini er, at tey plaga at vinna úrtøku úr deyðbóltsstøðum. Soleiðis var tað ikki í kvøld, tí neyvleikin manglaði í sambandi við hornaspørk og fríspørk, og hjá hvørgum partinum eydnaðist tað í gjøgnumbrotum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

 

KÍ er greipuvinnari, og síðani 2019 hevur KÍ vunnið fimm FM heiti. Í kvøld fór KÍ av vøllinum fyri triðju ferð á rað í landskappingardysti – og fyri fjórðu ferð á rað um seinna hálvfinalan í steypakappingini verður tald við – uttan at hava vunnið. Tað hevur ikki verið vanligt nógvu tey seinastu árini, og tað eigur at vera ørkymlandi, at tað ikki gongur, sum tað plagar, nú tá ið sera týdningarmiklir dystir í Europa eru á skránni.

 

Síðani KÍ boðaði frá, at Magnus Powell ikki verður venjari í 2027, hevur KÍ ikki vunnið fulla úrtøku.

 

Á KÍ miðvøllinum var Hallur Hansson so stinnur, sum hann ikki hevur verið fyrr í ár. Tíverri fyri hann og KÍ hevndi hann seg ímóti einum av heimamonnunum, tá ið fimm minuttir vóru eftir. Frammanundan hevði hann sæð gult, og tá ið hann so eisini sá beinleiðis reytt kort, er tað greitt, at hann ikki verður við í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin, tá ið KÍ fær vitjan av B36.

 

Í síðstu sekundunum sá innskifti Filip Drinic hjá NSÍ beinleiðis reytt kort fyri ógvusligan nærdyst.

 

Hjá NSÍ var tað dyggur smeitur, at Petur Knudsen, sum er størsta álopsvápnið, ikki var við, tí hann var leikbannaður. Hjá KÍ var tað dyggur smeitur, at liðformaðurin og besti spælarin higartil í ár, Jákup B. Andreasen, ikki var við, tí hann er skaddur.