Áki D. Samuelsen skoraði tvey mál fyri Mjällby í útidystinum móti oddaliðnum, Sirius í útidystinum í Uppsala. Mjällby var aftanfyri bæði 0-3 og 2-4, men teir megnaðu kortini at knógva javnleik 4-4 í einum heilt ótrúligum dysti.
Robbie Ure skoraði øll fýra málini fyri Sirius. Tá 50 minuttir vóru leiktir var Sirius á odda 3-0, og tá svart út hjá Mjällby. Men við tveimum málum innanfyri níggju minuttir tendraði Áki eina vón hjá Mjällby. Tað fyrra málið hjá Áka var eitt gott langskot úr 20 metrum. Tað seinna var skotið úr styttri fjarstøðu inni í brotsteiginum aftaná gott upplegg frá Max Nielsen
Tó økti Robbie Ure til 4-2 fýra minuttir aftaná Áki hevði skorað seinna málið hjá sær.
Nú sá aftur svart út hjá Mjällby, men í 81. minutti fekk Ludvig Svanberg spenning í uppgerðina aftur. Áki sendi eitt gott fríspark inn í brotsteigin, ið Svanberg gagnnýtti.
Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Tom Pettersson til endaliga úrslitið 4-4, ið er ein stórur moralskur sigur hjá Mjällby aftaná at hava verið aftanfyri 0-3 og 2-4.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá ótrúliga 4-4 javnleikinum millum Sirius og Mjällby:
##med2##










