Nýggjur dagur nýggjur sáttmáli í ÍF

Betri deildin menn: Markus á Lakjuni hevur eisini bundið seg til ÍF komandi kappingarár

Mynd: (ÍF/Facebook) Georges Rouah, formaður í ÍF, og Markus á Lakjuni

Tað er gongd í undirskriftunum í Fuglafirði, har ÍF ger seg til reiðar til komandi kappingarár. Fyribils hevur talan verið um ein nýggjan fyrrverandi spælara, Jákup Nolsøe Olsen, sum er kom aftur eftir eitt ár í útlegd á Skála, og Tórða Traðará og Jóhann Højbro, sum hava longt sáttmálan.

 

Í dag er talan um 17 ára Markus á Lakjuni, sum hevur gjørt ein tvey ára sáttmála. Hann er partur av nýggja ættarliðnum, sum fuglfirðingar vóna byrja at traðka til nú.

 

- So hevur aftur ein av okkara ungu evnaríku spælarum skrivað undir.

 

Hesaferð er tað Markus á Lakjuni, sum hevur skrivað ein 2 ára sáttmálað við felagið. Markus er ein tekniskur og bólttryggur spælari, við góðum eygað fyri spælinum. Vit vónað, og vænta at Markus í takt við at royndarnar á hægsta stigi gerast fleiri, ferð at gerast ein av okkara berandi kreftum í framtíðini, skrivar ÍF.

 

Eftir eitt ár í næstbestu deildini skal ÍF aftur spæla í bestu deildini.

 

Mynd: (ÍF/Facebook) Georges Rouah, formaður í ÍF, og Markus á Lakjuni