Nýskapandi og mennandi fyri Landssjúkrahúsið

Tað er ikki ein útreiðsla at byggja Landssjúkrahúsið út, men ein íløga

 

Tá ið Karsten Hansen nú seinnapartin í dag setir spakan í fyri eini stórari útbygging á Landssjúkrahúsinum, setir hann samstundis spakan í fyri eini nýskapandi og mennandi bygging.

Tað sigur Landsverk, sum stendur fyri arbeiðnum fyri Heilsumálaráðið.

 

Tað verður klokkan trý í dag, at karsten Hansen loysir tað fyrsta flagið í sambandi við byggingina fyri eina fjórðings milliard krónur.    

Tann nýggi H-bygningurin, sum hesin bygningurin kallast, verður ikki bara nýskapandi í sær sjálvum. Hann fer í stóran mun at nútímansgera allar mannagongdir á Landssjúkrahúsinum og endamálið við tí er, at tað skal vera til frama fyri bæði sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk.

Tá ið grivið er omanav, fæst at vita, hvussu undirlendið er og eftir ætlan verður sjálv byggingin boðin út næsta summar.

 

- Góðir karmar tryggja, at sjúklingurin skjótt kemur fyri seg og kann fara aftur til verka. Tí skal eitt sjúkrahús ikki síggjast sum ein útreiðsla, men ein íløga, sigur Landsverk.

 

- Kanningar vísa, at sniðgeving av bygningum, har sjúklingar halda til, hevur ávirkan á, hvussu skjótt fólk koma fyri seg eftir sjúkralegu, sigur Landsverk

 

- Somuleiðis eru kanningar gjørdar av, hvussu ljós, vinarligt umhvørvi, list og gott útsýni skundar undir grøðingina og minkar um nýtsluna av heilivági.

Landsverk sigur, at nýggi H-bygningurin er tillagaður hesar royndir. 

 

Í tilevningini av bygninginum er dentur lagdur á at samantvinna sjúklingabólkar á skurð-, heilivágs- og psykiatrisku deild í sama bygningi við felags inngongd, íðkanar- og tilhaldsrúmum. Somuleiðis fara starvsfólkini at møtast tvørtur um fakmørk í felags skiftingarrúmi og í matstovuni.

 

Teir 11.000 fermetrarnir, sum eru lutaðir sundur á fýra hæddir, fara at fevna um psykiatriskan depil, somatisk seingjapláss, føðistovur, endurvenjing, køk og matstovu.

 

Við einum so lítlum sjúklingagrundarlagi – 48.000 íbúgvum – er smidleiki eitt týðandi lyklaorð. Landssjúkrahúsið fær øll sløg av sjúklingum, men talið er ógvuliga ymiskt, og tað setir krøv til smidleika.

 

Best møgulig nýtsla av rúmum fæst við, at rúmini kunnu brúkast til ymiskt. Starvsfólkini kunnu bíleggja tað rúmið, sum tey hava brúk fyri eitt ávíst tíðarskeið. Hetta er eisini í ein ávísan mun galdandi fyri seingjastovurnar, sum allar eru einastovur við baði.

 

Fleiri seingjardeildir við hvør sínum serkunnleika verða savnaðar á eini hædd. Hetta gevur møguleika at samskipa kvøld- og náttartímarnar í vikuskiftinum. Tann psykiatriska seingjardeildin verður skipað í fleiri eindum, sum eftir tørvi kunnu leggjast saman ella virka hvør sær.

 

Fyri at maturin skal vera leskiligari og fyri at minka um matarspillið, skal sjúklingurin fáa størri ávirkan á hvat, nær og hvar etið verður. Samskiftið millum køkin og sjúklingin verður betri, tí starvsfólkini í køkinum standa fyri endaligu borðreiðingini á deildunum.

 

Deildarkøkarnir standa eisini fyri síðstu avpussingini av máltíðini, áðrenn borðreiðingin fer fram. Sjúklingarnir kunnu velja, hvar tey vilja fáa sær. Antin á stovuni, har etið annars verður á deildini, ella á sjálvari matstovuni. 

 

Umhvørvinum verður altíð givið gætur. Bygningurin verður hitaður við spillhita frá sjúkrahúsinum við ískoyti frá eini sjóhitaskipan.

 

Flutningurin í húsinum er eisini í brennideplinum, fyri at fáa raksturin so skynsaman sum gjørligt. Sum nakað heilt nýtt verður goymslan av seingjum í seingja-tornum, ið eru knýtt í eina sjálvvirkandi vaskimiðstøð. Hetta borgar somuleiðis fyri einum javnt høgum reinføri, og at ein rein song altíð er klár, har tað er brúk fyri henni.

 

Sí fleiri teldumyndir niðanfyri av nýggja bygninginum, bæði uttan og innan