Líkt er til, at klaksvíkingar fáa ein møguleika afturat, tá teir skulu bíleggja sær hýruvogn.
Eitt nýtt felag er skrásett í partafelagsskránni, við adressu í Klaksvík, hvørs endamál er at veita fólkaflutning.
Tað er Jón Gunnarsson, búsitandi í Esbjerg, ið hevur stovna felagið, meðan Annika Gunnarsdóttir úr Klaksvík er stjóri í felagnum.
Tað er Business Line, sum kunnar um broytingarnar í partafelagsskránni. Sí seinastu broytingarnar her.