Leingi hevur rekkverkið við Gjógv havt tørv á at verða skift, og tað gjørdu borgarar eisini vart við á borgarafundinum fyrr í ár.
- Gamla rekkverkið er rustað og illa farið. Nýtt rekkverk er bílagt og verður eftir ætlan sett upp í næstum, siga tey í Sunda kommunu í dag.
Í kommununi vísa tey á, at tað eru ikki altíð tær stóru íløgurnar, ið gera mun fyri trivnaðin. Tað snýr seg eisini um at síggja tað góða í teimum smáu broytingunum.
- Býráðið setti sær fyri at hava borgarafundir runt alla kommununa, og fyrr í ár varð víst á ymisk viðurskiftir í øllum bygdum.
Á borgarafundinum við Gjógv varð gjørt vart við ymisk viðurskiftir.
- Onkur av hesum krevja størri játtan, meðan møguleikar eru at klára aðrar dagføringar innanfyri verandi karmar.
##med2##
Í Sunda kommunu vísa tey á, at fremsta ynski sum kommuna er at útinna vilja borgarans.
- Tí gleðast vit um, at nýtt rekkverk er bílagt til brúnna, veirurin er komin aftur í Gjónna, og nýtt hegn og portur er bílagt til umhvørvisplássið við Gjógv.
Lagt verður aftrat, at arbeiðini við dagføringunum verða framd í ár.