Nýval og Nýhuxan: Flóðin kemur

Føroyar eru millum tey lond i heiminum sum politiskt lítið og onki ítøkuligt hava gjørt við veðurlagsbroytingarnar og harafturat eru vit eisini tað land sum hevur mest c02  per íbugva í øllum heiminum !

 

Veðurlagsbroytingar fara nu fram kring heimin við sera skjott vaksandi ferð – eisini her á landi. Ein broyting er støðugt hæðkandi sjógvur – eisini her hjá okkum. Nýggja havnin í Runavik sum er i gerð hevur tikið  stórt atlit til hetta fyribrigdi og tað skal Tobbe eiga rós fyri.

 

Henda myndin er av Vippuni uti i Tinganesi herfyri. Sigast skal, at mánin var næstur jørðini og harav stór flóð,men vit hava støðugt hæðkandi sjógv  og tað er ongin ivi um at hetta rímuliga skjótt verður  dagliga myndin av Vippuni og skal tú so um kvøldið í Tjóðleikhusið á Bursatanga má tú finna tær klovstyvlarnar fram samanvið  smokinginum.

 

##med2##

 

Johan Mortensen