Oasan breyt halgidagslógina

Gangur: Umframt at tað er brot á politiviðtøkurnar at órógva við gangi, er tað brot á halgidagslógina at spæla harðan tónleik úti sum inni halgidagar

Bæði langa fríggjadag og páskanátt ringdu grannar hjá Oasuni í Hoyvík og klagaðu um gang.
Langa fríggjadag fór politiið inn á gólvið í Oasuni og bað tey um at skrúva niður, men páskanátt var aftur galið. Politiið vitjaði aftur, men sambært einum granna gekk bara ein løta, so varð spælt líka hart aftur.
- Man skuldi trúð, at tað var eitt diskotek, men Oasan er ein samkoma, sum gjørdi, at vit alla høgtíðina ikki fingu sovið. Alt skalv, sigur grannin, ið bað politiið um hjálp at fáa svøvnnáðir.
Tá ið ein samkoma spælir harðan tónleik kemur tað ikki undir hugtakið “offentlig forlystelse”, ið eftir halgidagslógini er forboðið um høgtíðina.
Men tað er kortini brot á halgidagslógina at halda gang halgidagar. Grein 1 í lógini sigur nevniliga:
Paa Folkekirkens Helligdage er alle Arbejdssysler i eller udenfor Huset, der ved den Larm, de medfører, eller iøvrigt ved den Maade, hvorpaa de foretages, forstyrrer Helligdagens Fred, forbudt.
Somuleiðis er tað brot á politiviðtøkurnar fyri Tórshavn, sigur Finn Ougaard, varafúti.
[email protected]