Obama fær mótstøðu frá sínum egnu

Tað hevur elvt til kjak í USA, at Barack Obama, forseti, tekur undir við, at muslimarnir í New York sleppa at byggja eina kosku á Manhattan og ikki langt frá Ground Zero, har World Trade Center stóð.

Republikanararnir harta forsetan fyri stuðulin, og nú fær hann eisini ábreiðslur frá sínum egnu.

-Amerikanska grundlógin gevur fólkinum trúarfrælsi, men eg haldi ikki, at tað er rætt at byggja eina mosku so nær Ground Zero, sigur senatorurin Harry Reid, sum er formaður fyri demokratiska bólkinum í Senatinum.

Fleiri senatorar standa fyri vali í heyst, og Harry Reid er ein teirra.

Tann óhefti borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, styðjar ætlanina um at byggja moskuna á tí valda staðnum.