Gjárkvøldið fór amerikanski forsetin Barack Obama til heimbýin Chigo at halda føðingardag sín í dag.
Hann er undir stórum trýsti, men í heimbýnum hevur hann nógv viðhaldsfólk, og 2400 demokratar rindaðu upp í 187.000 krónur fyri at luttaka í einum stuðuls- og føðingardagstiltaki, sum skal verða við til at fíggja afturvalið.
- Tað er gott at vera millum vinir, segði Obama, eftir at Rahm Emanuel, borgarstjóri í Chicago hevur sett haldið.