Fyri jól boðaði Kaj Leo Holm Johannesen frá, at hann heldur, at allir flokkar eiga at semjast um at avtaka ríkisstuðulin úr Danmark eftir tíggju árum.
Áður hevur hann sagt, tað var meðan hann var løgmaður, at hann ynskti sær ein ríkjafelagsskap heldur ein ríkisfelagsskapin. Hann heldur, at samstarvið í ríkisfelagsskapinum skuldi verið eitt samstarv millum tríggjar javnbjóðis partar.
Í samrøðu við Dimmalætting í gjár sigur Helgi Abrahamsen, sum er formaður floksins á tingi, at ongar broytingar skulu gerast í ríkisfelagsskapinum. Hann sigur bart út »kortanei til ríkisrættarligar broytingar«.
Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur eisini luftað tankan um, at Føroyar ikki treytaleyst skulu vera í ríkisfelagsskapinum.
Á Facebook í dag skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, sum er landsstýrismaður, fyrrverandi formaður floksins og fyrrverandi løgmaður, at hann er púra ósamdur við sjónarmiðinum hjá Helga Abrahamsen sum, at ongar broytingar skulu gerast í ríkisrættarligu viðurskiftunum.
– Sjálvandi skulu broytingar gerast í eini skipan, sum er frá 1948, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.
Men tað eru eisini tingfólk hjá Sambandsflokkinum, sum taka undir við hugsanini hjá Helga Abrahamsen.
– So púra samd, skal vera greið tala, skrivar Edva Jacobsen, tingkvinna Sambandsfloksins úr Fuglafirði.
Í gjár skrivaðu vit um Jenis av Rana, sum er landsstýrismaður í uttanríkismálum í samgongu, sum er undir leiðslu av Sambandsflokkinum, sum í donskum miðli skrivar, at vit kunnu verða noydd at loysa frá Danmark:
Les eisini: Vit kunnu verða noydd at loysa frá Danmark
www.in.fo/news-detail/vit-kunnu-verda-noydd-at-loysa-fra-danmark
– Um so verður, at danska forstáilsið og tulkingin av grundlógini er ein forðing fyri, at Føroyar kunnu virka og røkja egin áhugamál altjóða, kunnu vit verða noydd til at umhugsa karmarnar fyri samstarvið – og um Føroyar og Danmark skulu skipa eitt samstarv uttan fyri grundlógina, skrivar uttanríkisráðharri okkara.
So okkurt bendir á, at broytingar eru á veg í ríkisrættarliga politikkinum hjá Sambandsflokkinum – og at semja ikki er um tað í tingbólki Sambandsfloksins.