Oddagrein· Ein stríðsmaður

Tað mundi koma mongum dátt við, at Óli Jacobsen ikki varð afturvaldur til formann í Føroya Fiskimannafelag. Óli hevur sum kunnugt staðið á odda fyri hesum gamla felag í trýatiseks ár. Uttan at taka munnin ov fullan kunnu vit staðfesta, at Óli hevur verið ein framúr góður formaður og felagi og fiskimonnum ein hugdjarvur og sterkur talsmaður. Tá Óli tók við var felagið komið í ein aldudal. Við ótrúligum seiggi og treiskni hevur hann stútt og støðugt ment felagið til ein veruligan maktfaktor í landinum. Hann hevur í triðingsøld verið hin heitasti talsmaður fiskimanna og hevur meira enn nakar annar gjørt sítt til, at Fiskimannafelagið er háttmett og sera máttmikið í politisku skipanini.

Umframt at vera fiskimonnum ein góður formaður er Óli kendur um alt landið sum ein demorkatiskur stríðsmaður, ein samfelagsdebattørur av teimum heilt stóru. Her eru ikki so nógv, sum tora at stíga fram og siga sína meining. Óli er ein teirra, sum torir. Hann talar Roma beint ímót, og sigur sína meining uttan mun til, hvør er fyri, høgur ella lágur. Hann er ein engasjeraður persónur, sum er heilur, har hann er tað veri seg í fakfelagslívi, Amnesty ella hann leggur sína orku í altjóða verkamanna samstarv. Hervið er eisini sagt, at Ólí er høgt mettur eisini uttan fyri landoddarnar, og sæst hetta av, at hann í mong ár hevur verið formaður í fiskimannaddeild altjóða flutningsarbeiðarafelags. Hann hevur í viðmerking sagt, at hann leggur frá sær við góðari samvitsku. Hesi eru orð av sonnum søgd. Nú Óli ikki var afturvaldur verður meira tíð til pivatlív og til luttøku í almenna orðaskiftinum. Vit kunnu ikki vera rødd hansara fyri uttan, og vit vóna tí, at Óli nú av álvara fer at kasta seg út í samfelagsorðaskiftið. Tað kann bert hækka støðið og fáur dugir sum Óli at varpa ljós á demokratiskar og humaniterar spurningar.

Óli varð feldur á demokratiskum vali. Soleiðis eru nú einaferð spælireglurnar, og tær eiga øll at virða. Maður kemur í mans stað, og bert tíðin vil vísa, um nýggi maðurin megnar at lyfta arvin eftir Óla. Jan Højgaard kemur til eitt sera vælvirkandi, vælskipað og fíggjarliga sterkt felag. Hann hevur lovað fiskimonnum betri pensión, atgongd til ALS og annað meira. Tað verður áhugavert at síggja, hvussu leikur fer. Øll unna fiskimonnum tað besta, og vit fara sjálvsagt her at ynskja nýggja formanninum tilukku og ynskja somuleiðis at virksemi hansara verður fiskimonnum og samfelagnum øllum til gangs.
Sosialurin.