Oddagrein· Enn ein ráðstevna

Seinastu vikurnar hava óvanliga nógvar ráðstevnur verið hildnar í landinum. Eftir øllum at døma er hesin siður at skipa fyri ráðstevnum innan allar hugsandi greinar vorðin ein fastur táttur, nakað, sum er komið fyri at vera. Tað er sjálvandi skilagott, at vit eisini fáa serkøn fólk uttanífrá til slíkar ráðstevnur, tí hetta gevur fleiri føroyingum møguleika at vera við og fáa innlit og kunning frá royndum hjá øðrum. Hin møguleikin at føroyingar fara av landinum til ráðstevnur er so eisini ein partur av somu søk og nakað, sum eigur at gagna bæði landi og fólki.

Í dag verður enn ein ráðstevna fyriskipað í Norðurlandahúsinum. Tað er ?Offshore Faroes 2003?, sum Oljuvinnufelagið undir Vinnuhúsinum stendur fyri. Hetta er 3. ferð, at tað verður skipað fyri slíkari ráðstevnu í Føroyum. Gott tað sama. Tá tað snýr seg um okkara landgrunn og framtíðina her so er rætt, at vit sjálvi skipa fyri ráðstevnu her heima. Tað er eisini gott, at hetta er afturvendandi tiltak á hvørjum ári, tí tá fáa vit møguleikan at gera støðuna upp og fáa sett teir neyðugu spurningarnar.

Evnið hesaferð er 2. útbjóðing og status yvir oljuleitingina. Vit fara at hoyra um, hvussu gongst við at loysa basaltknútarnar, tvs. at síggja og bora gjøgnum basalt. Eisini fer kendi bretski oljujournalisturin Jeremy Cresswell at hugleiða um oljuleitingina á Atlantsmótinum. Annað áhugavert er eisini á skránni.

Ikki er neyðugt her at reksa upp, hvat er hent og hvør støðan er í løtuni. Niðurstøðan í løtuni er tann, at tað tekur tíð at finna olju. Tað krevur tol. Hetta er læran vit fáa nærum alla aðrastaðni, Noregi, Danmark, Onglandi, Nigeria osfr.

Nú um dagarnar varð skipað fyri ráðstevnu í Hetlandi í sambandi við, at liðin eru 25 ár, síðani teirra oljuvinna byrjaði. Tað var tá oljuterminalurin Sullom Voe varð tikin í brúk. Nú oljan er farin at minka eru hetlendingar ikki ráðaleysir. Teir hyggja frameftir og vilja gera íløgur í varandi orkukeldur og selja streym frá vindorku til skotska meginlandið. Eisini síggja teir møguleikan í einum nýggju vinnuvegi, nevniliga at fáa lut í upphøgginini av oljupallum.

Hvat Føroyum viðvíkur so kunnu vit vera við í øllum hesum trimum vinnuvegum. Framleiðslu av olju og gassi, um og tá hesi verða funnin, at gera íløgur í varandi orkukeldur og at fáa lut í upphøgging av oljupallum, um so er, at hetta er ein vinnuvegur vit megna og sum ikki kemur at nerva umhvørvið.

Víst hava vit nakað av læra av okkara grannum hetlendingum, og tí kemur Offshore Faroes eisini sum ein náttúrlig uppfylging av stóru ráðstevnuni í Lerwick, har m.a. bretski orkumálaráðharrin luttók. Eisini okkara ráðharri var við umframt onnur umboð.

Sosialurin gevur í dag út stórt eykablað um olju- og fiskivinnu í sambandi við oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum. Eisini fara vit í komandi bløðum at frætta meira frá ráðstevnuni í Hetlandi.

Sosialurin