Tað kann ikki sigast nóg oftani við bilførarar kring alt landið, nú tað er farið at hvítna og vegirnir gerast hálir: verið uppaftur meira ansin í ferðsluni. Tí áðrenn tit varnast tað, so hava tit mist tamarhaldið á bilinum og eru til stóran vandi fyri onnur og tykkum sjálvi.
Her verður serstakliga mint á tey mongu støðini, har børn og ung ferðast til og frá dagstovni og skúla. Síðani teir mongu gonguteigarnar fyri ikki at tosa um mongu handlarnar, sum liggja við veg við nógvar ferðslu.
Nú ferðslumál annars verða umrødd kemur fram, at føroyski ungdómurin er í nógv størsta vanda sammett við okkara grannalond. Sambart RfF doyggja lutfalsliga fleiri fólk í ferðsluni í Føroyum í mun til hini Norðurlondini.
Sambart talvu yvir deyð í ferðsluni millum 15 og 24 ár í tíðarskeiðnum 1997 og 2005, liggja Føroyar óhugnaliga nógv fremst. Vegna manglandi kanningar í Føroyum ber ikki til at útgreina tølini, men sambart RfF kemst tað møguliga av, at í hinum londunum er vanligari at fólk ganga, súkla ella taka bussin ella tokið.
Tað er avmarkað, hvussu nógvur peningur verður brúktur uppá fyribyrging, kunning, kanningar og tiltøk í ferðsluni her heima. RfF ger eitt stórt arbeiði men vit eftirlýsa eins og RfF eisini eini ferðslutrygdarætlan fyri allar Føroyar, har allir impliseraðir partar eru við so ella so.
Ì og við at undirstøðukervið er vorðið so nógv útbygt, og vit í dag kunnu koyra til næstan allar bygdir, krevur hetta eisini, at vit venda øllum ferðslumálum enn einaferð og spyrja, hvussu tey skulu tillagast framtíðini. Hvørja ferðslumentan vilja vit hava og hvørja fáa vit, nú m.a. ungdómar kunnu koyra úr Gásadali til Viðareiðis og heimaftur á nátt – til og úr dansi t.d? Samfelag okkara er vorðið grundleggjandi broytt hvat ferðslumynstrinum viðvíkur, at tað er so sjálvsagt, at vit taka spurningin um eina trygdarferðsluætlan fyri alt landið upp. Gott í tykkum á Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Tit arbeiða við hesum dagliga, og tí eru tað nettupp tit, sum skulu fylgja við og gera myndugleikar og onnur varug við ferðslumál sum heild.
Sosialurin