Oddagrein Frá Rio til Keypmannhavn

Eitt av málunum, sum hevur fingið serstaka stóra umrøðu í altjóða fjølmiðlunum og á ymsu politisku og samfelagsligu pallunum kring allan heim seinastu árini, eru veðurlagsbroytingarnar.

Tað var ikki minst stóra heimráðstevnan um umhvørvi og dálking í Rio í Brasilia, sum setti gongd á orðaskiftið, hvussu vit forða fyri, at alt heimsumhvørvið verður meira dálkað. Síðani tá hevur verið enn ein stór ráðstevna hildin í Kyoto í Japan, har tað vórðu tiknar meira ítøkiligar avgerðir um at lækka útlátið av CO2 í atmosferuna. Í hesum sambandi hava føroyingar tikið fyrivarni, men kortini hava nógvar røddir verið frammi um, at Føroyar eins og onnur lond eiga at átaka sær sín partur av hesum skyldum.

Nú er so avgjørt, at Danmark skal hýsa tríðju stóru umhvørvis- og veðurlagsráðstevnuni av hesum slag. Hetta verður í 2009. Eingin ivi er um, at hetta hevur nógv at siga fyri Danmark, tí landið er millum tey fremstu í heiminum við bæði nýhugsan og eisini framleiðslu av útbúnaði so sum vindmyllum, sum skulu minka um samlaða útlátið av vandamiklum gassum. At ráðstevnan verður nettupp í Danmark, sum er undangonguland á mongum av økjunum at minka um nýtslu av vandamiklum gassum frá fossilum brennievnum og hevur gjørt stórar íløgur í varandi orkukeldur, er eitt sera gott stig, og í hesum høpi slepst ikki undan at hugsa um aðrar partar av danska ríkinum, Føroyar og Grønland. Grønland er á breddanum nærum hvønn dag í altjóða pressuni sum eitt hitt besta dømið um, hvussu broytingar í verðurlagnum av mannaávum síggjast her og nú, har ísurin bráðnar og djóralívið so sum ísbjarnirnar eru hóttar. Føroyar liggja mitt í Atlantshavinum og tí sera viðkvæmar, hvat havstreymunum viðvíkja. Her hevur ein av okkara fremstu havgranskarum, Bogi Hansen, gjørt eitt slóðbrótandi arbeiði til tess at vísa møguligan samanhang millum yvirupphiting og broytt viðurskifti í høvunum. Hinvegin hevur sami granskari ferð eftir ferð eisini funnist at føroyskum myndugleikum fyri ikki at hava viljað góðtikið Kyotosáttmálan.

Nú verður so triðja ráðstevnan í Danmark og hetta eigur at fáa okkara myndugleikar at handfara hetta málið við enn størri álvara. Eingin ivi er um, nú Danmark er vertur fyri hesi ráðstevnuni, at ljóskastarin so ella so eisini fer at verða settur á hinar partarnar av Ríkisfelagsskapinum – á Grønland sum eitt dømi um, hvussu upphitingin ger ilt, og á Føroyar, sum dømi um eitt øki, ið ikki enn hevur viljað samtykt Kyotosáttmálan. Tað er greitt, at vit hava fingið nakað at hugsa um til ta tíð. Kanska vit skulu fáa okkara viðurkifti uppá pláss í góðari tíð , og vónandi kunnu vit eisini geva okkara íkast til komandi ráðstevnuna við tí gransking, sum okkara egnu fólk hava gjørt á økinum. So Føroyar koma at gerast partur av hesi stóru ráðstevnu so ella so – fyri tað góða og fyri tað ringa. Enn eru stundir at taka í egnan barm. Hetta landsstýrið hevur eina stóra ábyrgd á hesum øki og vónandi fer júst hetta málið at seta krøv til eitt komandi nýtt landsstýri.

Sosialurin