ODDAGREIN: Fróðskaparsetur ongan áhuga

Týsdagin skipaði Fróðskaparsetrið fyri ráð­stevnu um, hvussu vit menna Fróð­skap­ar­setr­ið í fram­tíð­ini. Ráð­stevn­an varð ætlað pol­i­tik­ar­u­num, men tey høvdu ikki hug ella stund­ir at møta – ein­ans tvær lands­stýr­is­kvinn­ur tóku upp­gáv­una í álv­ara, Rósa Samuelsen og Hel­ena Dam á Neysta­bø og so ein lekt­ari, sum eis­ini er løg­tings­mað­ur, Kári á Rógvi.

Undan seinasta løgtingsvalið var júst evn­ið um gransk­ing og út­búgv­ing eitt av teim­um heilt stóru, og sum ikki ein­a­ferð, so lovaðu valevni og flokk­ar gull og grøn­ar skógir – hó­ast úrsl­it­ið varð tað for­út­sig­i­liga, at lít­ið og einki hendir.
»Vitan er pallurin, forvitni er drív­meg­in« er boð­skap­ur­in hjá Fróð­skap­ar­setr­i­num – og vit kunnu bara nikka játt­andi, tá Her­álv­ur Jo­en­sen, stýr­­is­­for­­mað­ur í Degi og Viku vísti á týdn­­ing­in av at økja for­stá­ilsi fyri und­ir­vís­ing og gransking og týdn­ing­in á stig­vísu menn­­i­ng­ini av Fróð­skap­ar­setr­i­num, sum tørvur er á. At játt­an­in held­ur verður støðugt ment, enn at setr­ið fær øk­ing­ar, tey ikki eru fyri­reik­­að uppá.

Tað var eisin áhguavert at hoyra visi­ón­ir­nar hjá Rósu Samuelsen um held­ur at før­leik­a­menna starvs­fólk á Fróð­skap­ar­setr­i­num við dyggari og drúgv­ari und­ir­vís­ing, held­ur enn at senda fólk av landi­num á dýr skeið – og har ferð­in kanska hev­ur størri týdn­ing enn mál­ið sjálvt.

Kári á Rógvi, løg­tings­mað­ur og lekt­ari á Fróð­skap­ar­setr­i­­num, vísti á, at løg­ting­ið hevði ong­ar trup­ul­leik­ar at seta av yvir 200 mill­i­ón­ir krón­ur til nýtt hav­rann­sókn­ar­skip og 20 mill­i­ón­ir til eina salt­silo á Tvør­oyri. Men tá tað snýr seg um at seta peng­ar av til før­leik­a­menn­ing, út­búgv­ing og gransk­ing, so klár­ar løg­ting­ið ikki at gera lang­sikt­að­ar ætl­anir.

Hann vísti á, hvussu vit kunnu sam­eina út­búgv­ing­ar á Fróð­skap­ar­setr­i­num við út­búgv­ing­ar utt­an­lands. Tað sig­ur seg sjálvt, at vit ikki kunnu hava all­­ar út­búgv­ing­ar í Før­oy­um, men tað er so upp­lagt, at vit kunnu kom­bi­nera út­búgv­ing­ar so­leið­is, at vit kunnu taka ein fyri­reik­andi part í Før­oy­um, með­an vit fara utt­an­lands at ser­út­búgva okk­um – ella øvugt.

Vit kunnu so bara harmast um, at bara ein løg­tings­mað­ur – ið sum starvs­fólk á Setr­i­num sjálv­andi mátti møta upp – og tvær lands­stýr­is­kvinn­ur møta til eitt slíkt tiltak. Hetta sig­ur tí­verri nak­að nógv um hugs­an­ina, sum pol­i­t­ik­ar­ar hava til út­búgv­ing. Og tað er kanska ein for­klár­ing upp á himm­al­víða mun­in mill­um orð og gerð­ir – mill­um kon­kretu val­lyft­ini frá síðsta løg­tings­val­ið, og dags­ins pol­itiska veru­leika.

Men tað merkir ikki, at veljarin góð­tekur hetta. Her eigur øll tann pol­itiska skip­anin at taka í egnan barm, tí út­búgv­ing og kunnleiki eru horna­steinar í einum fólkaræði.