Oddagrein· Kreativ fíggjarlóg

Fíggjarlógin er løgd fram og í næstu viku verður hon so til viðgerðar á tingi. Hetta verður uttan iva ein av teimum áhugaverdu og spennandi viðgerðunum, nú nógv bendir á, at her eru so nógvir leysir og kanska enn meira, ókendir endar. Fleiri av útmeldungunum higartil tykjast benda á, at fíggjarlógaruppskotið í mongum førum byggir á ?forventet fangst?. Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri sigur, at skattaborgarin verður betur fyri við nýggju fíggjarlógini. Hetta er kanska rætt í teimum førum, har einstaklingurin ikki hevur børn, einki húsalán, ikki skal í barsilsfarloyvi og ikki nýtir beriposar og mjólk.

Sjáldan hevur føroyski skattgjaldarin sæð eitt so grefligt dømi um hetta: at lata eitt sindur við einari hondini fyri síðani at taka meir afturat við hinari. Landið letur ein skattalætta við einari hondini, men hækkar samstundis avgjøld og lækkar frádráttir við hinari hondini.

Tað skerst ikki burtur, at landskassin fer at hava hall, tá rentir og avdrøg eru goldin. Hesin pástandur verður bert styrktur, tá man sær, hvussu fíggjarlógin fyri inniverandi ár fer at hylnast.

Seinastu árini hava fíggjarlógirnar passað stak illa, og eykajáttan omaná eykajáttan hava verið neyðugar vegna konsekventa undirbudgettering. Ein fíggjarmálaráðharri eigur at metast útfrá sínum evnum at budgettera, sínum evnum at optimera landsins rakstur og ikki minst at meta um framtíðarútlit. Karsten Hansen hevur ikki skarað framúr higartil, og nýggja fíggjarlógin ber ikki boð um betring.

Heilt kreativt verður tað, tá man roknar við ávísum upphæddum í vinningsbýti frá almennum partafeløgum. Ein partafelagsnevnd hevur ábyrgd sambært partafelagslógini, og skal taka atlit sambært tí og ongum øðrum. Tað ber ikki til at diktera eitt ávíst vinngsbýti, og tí er tað sera átaluvert, at landstýrismaðurin í Fíggjarmálum roknar við ávísari uphædd í komandi fíggjarlóg.

Marginalarnir eru ikki stórir í fíggjarlógini fyri 2004, og við fuglunum á takinum í formi av tvangútskriving av vinngsbýti og væntaðari inntøku av sølu av almennum ognum, so er yvirskotið áðrenn avdrøg so mikið soltið, at man kann diskutera, um landstýrismaðurin er nóg varin í sínum metingum. Ein undirbudgetterað fíggjarlóg við einum sera soltnum yvirskoti er lítið verd.

Hetta líkist einari desperatari roynd at prógva, at blokkniðurskurðurin, ið svarar til eina góða millión um dagin, ikki skal merkjast, hóast samgongan langt síðani hevur gjørt íløgur og ikki at forgloyma økt rakstrarkostnaðin av almennu Føroyum, sum um fullur blokkur og meira afturat var tøkt. Tey gomlu, ið tørva heimahjálp merkja ov stóra niðuskurðin dagliga. Barnafamijlur merkja tað eisini, og koma at merkja tað uppaftur betur, um nýggja fíggjarlógin verður samtykt.

Økt avgjøld við lækkandi almennum tænastum er ikki vegurin fram, og tí er fíggjarlógaruppskotið á skeivari kós. Politiska raðfestingin má gerast frægari. Harfaturat eigur Karsten Hansen at fáa uppskotið aftur við teimum boðum um ikki at írokna væntaðar inntøkur frá vinngisbýti og sølu av ognum. Hetta vildi verið í tráð við forsiktigheitsprinsippið, ið skal taka hædd fyri øðrum enn best møguliga útfalli.

Sosialurin