Hinvegin verja ísraelar seg við, at Hamas leiðarin persónliga hevur givið boð um hópin av sjálvmorðsatsóknum móti sivilum ísraelum. Tað var Sharon sjálvur, sum gav boðini um morðið. Palestinar lova nú hevnd og siga, at Sharon við hesi gerð hevur latið porturini upp til Helviti.
Fyri okkum, sum bara eru fjasrskotnir eygleiðarar til eina slíka støð, vil tað oftani vera ringt at taka dagar ímillum, hvør nú ber seg rætt at og ikki. Men líta vit kring okkum, so halda leiðarar í fleiri vesturlendskum londum, eitt nú Onglandi og Fraklandi, at Ísrael er farið ov langt. USA hinumegin heldur, at Ísrael má hava møguleika fyri at verja seg móti ágangi og endurtekur, at Hamas er ein terrorfelagsskapur.
Eingin ivi er um, at hetta seinasta morðið á ein leiðandi palestina fer at fáa avleiðingar. Vit kunnu so vænta okkum uppaftur fleiri blóðugar sjálvmorðsatsóknir og tað, sum kanska verri er. Kann tað hugsast, at Al Qeida fer at stuðla palestinum í tess terroratsóknum, ikki bert móti Ísrael men eisini móti teimum, sum stuðla Ísrael! Eftir tað, sum hendi 11. september og tað, sum nú hendi í Madrid, eiga vit at kunna rokna við øllum. Tað er rætt, at vit mugu ikki geva eftir fyri terrorfelagsskapum, men í sama viðfangi eiga vit eisini at gera alt vit eru ment fyri at loysa upp fyri kreppum sum henni í Miðeystri. Spurningurin er um vit gera tað!
Eftir okkara tykki er einasti partur, sum kann gera nakað við hetta málið, nú USA ikki vil ávirka høgrastjórnina í Ísrael nokk til at taka eg aftur av hersettum økjum og geva palestinum meira frælsi, ST. Vit síggja, hvussu eitt nú USA hevur broytt støðutakan til ST í spurninginum um Irak. Fyrst vildi USA halda ST heilt burtur frá gongdini í Irak, men í dag dugur tað at síggja, at bert við ST luttøku ber til at fáa loyst upp fyri trupulleikunum í Irak. Vit kunnu so bara vóna, at tað sama fer at henda við støðuni í Ísrael. Her mugu stórveldini tvinga Ísrael til at góðtaka, at ST fær ein størri leiklut. Nú hevndin er vorðin eitt mál í sær sjálvum og hon fullkomiliga fæstlæsur støðuna, og nú USA heldur fast við sína støðu ikki at blanda seg, so er bara ein møguleiki eftir, og hann er at fáa ST uppí.
Sosialurin