Oddagrein· Musikkskúlarnir grundleggjandi týdning

Nú kemur fram at fíggjarlógaruppskotið fyri 2004 skerjir umstøðurnar og máar støðið undan musikundirvísingini í Føroyum. Musikkskúlalærarafelagið rópar varskó og hevur í yvirlýsing móttmælt hesi óhepnu gongd og finst harðliga at landsstýrinum fyri at spara á hesum økinum. Víst verður á, at við at lækka játtanina til Musikkskúlarnar, verða 4,5 lærarastørv spard burtur, og tað fær einki minni enn katastrofalar fylgjur fyri næmingarnar. Tað fer at raka umleið 200 næmingar. Føroya Musikkskúlalærarafelag heitir tí inniliga á politikararnar um at hækka játtanina aftur.

Hesi áheitan skulu vit vera tann fyrsti til at skriva undir. Tónleikalívið hevur grundleggjandi týdning fyri okkum øll, bæði tey, sum frá undirvísing og fyri øll onnur, sum líða og gleðast um ríka tónleikalívið. Tónleikurin er við til at menna okkara ungdóm, hann er við til at menna okkara tjóð. Hann er eins og mong onnur ítrív so sum ítrótturin ein týðandi partur av samleika okkara.

Tað er tí eisini lagnunar speisemi, at tónleikaundirvísingin verður skerd um somu tíð sum ein av undangongumonnunum nettupp á hesum øki, Ólavur Hátún fær heiðursløn fyri sítt arbeiði á tónlistaøkinum og her ikki minst fyri sítt hjartaliga og inniliga stríð til frama fyri tónleikaundirvísingini. Kanska henda sannroynd fer at fáa politikararnar at rakna við, og her hugsa vit serstakliga um landsstýrismannin í mentamálum, sum annars er kendur fyri sín stóra áhuga fyri tónleiki. Vit loyva okkum at halda, at hann saman við øðrum politikarum, sum hava sagt seg stuðla tónleikasøkini, fara at taka áheitanina frá Føroya Musikklærarafelag til eftirtektar og fáa meirjáttan við á ólavsøku.

Tað vil altíð vera ein spurningur um størri raðfesting í sparitíðum, men her gita vit, at samgongufólk hava ikki hugsað um veruligu avleiðingarnar av at skerja játtanina til tónleikaundirvísingina. Øll tey foreldur, sum hava havt møguleika at senda síni børn til tónleikaundirvísing, og harvið geva teimum nakað gott í beinið, kenna gleðina og nøgdsemið við hesum, og tey ynskja, at øll onnur eisini skulu hava henda møguleika. Vitandi at bíðilistarnir altíð hava verið langir, so kemur tað sera sera dátt við, at teir nú skulu gerast uppaftur longri. Eitt samfelag sum okkara, hvørs mentan byggir so nógv á sang og tónleik, kann simpult hen ikki loyva sær at spara í hesi undirvísingini. Nú sleppur so tann musikkelskandi og annars tónlistarliga sæð dugnaligi mentamálaráðharrin úr tí songfróðu bygdini Fuglafirði at standa sína roynd. Sjálvandi rættar hann hetta mistak.

Sosialurin