ODDAGREIN: Privatiseringar

Vinnuhúsið tosar í ársfrágreiðing sínari um ávísar flokkar, ið fáa alt viðvíkjandi privatisering í rangastrúpan. Fyriuttan ikki heilt neutrala orðavalið, so er ivasamt um søguliga innlitið er so gott hjá Vinnuhúsinum hesum viðvíkjandi. Vinnuhúsið fellir her í somu grøv sum miðfyrisitingin so mangan ger, nevniliga at halda, at orð sum útlisitering og privatisering eru nýuppfunnin hugtøk. Tað er ein tendensur innan parti av embætisfólki og kontigentumsitarum at halda, at ein dagligdagur við høsnafjaðrapennum, pergamenti og brævdúgvum var veruleikin áðrenn nýggja e-mail ættarliðið kom til seinast í 90?unum. Hóast hettar, so skal Vinnuhúsið hava takk fyri at geva okkum ágóðan av sínum stóra innliti, tá tað kemur til hvat javnaðarstjórnir í grannalondum hava útint.

Tað er altíð skilagott at diskutera nýggjar ? ella í hesum førinum ? gamlar tankar. Á sama hátt sum tað ikki kategoriskt ber til at avvísa privatiseringar, so er tað óseriøst, at taka undir við slíkum tonkum uttan haldgóðari argumentatión, bara tí avísar falleraðar kreftir vilja sleppa framat aftur fatinum.


Fólkaflokkurin hevur sagt, at virksemi, sum eitt nú bankavirksemi, verður rikið skilabetri á privatum hondum. Minnið tykist verða sera stutt á politiska leikpallinum, men kanska vit í øllum lítillætni kunnu loyva okkum at minna á, at føroysku bankarnir fóru so ruddiliga á heysin ? Sjóvinnubankin enntá fleiri ferðir ? á privatum hondum, meðan bankin gongur fínt í løtuni. Sostatt er argumentið, at virksemið verður betur rikið á privatum hondum, ikki undirbygt av søguligum royndum ? ikki innan føroyskt bankavirksemi í hvussu so er. Hervið er ikki sagt, at man ikki skal selja partabrøv í Føroya Banka, men grundgevingin má vera ein onnur enn omanfyristandandi.


Tá tað kemur til privatisering generelt, so átti man kanska, við størsta varni, at umhugsa ávísar tænastur, útyvir tær, ið hava verið útlisiteraðar tey seinastu 30 árini ella meira ? tað kemur kanska óvart á onkran, at almennar útlisiteringar eru farnar fram áðrenn Vinnuhús ella Vinnumálastýri vóru upfunnin. Alt má gerast við tí í huganum, at føroyska samfelagið er sera lítið, og harvið er væl møguligt, at ávísar tænastur í føroyum eru tað, sum í búskaparligari terminologi kallast náttúrlig monopol. Eisini má ansast eftir, at hesi privatu feløgini, ið bjóða seg fram til almennar tænastur, gjalda tað, tænasturnar veruliga kosta at reka, viðlíkahalda og ikki minst at endurnýggja.


Um so er, at alt vinningsgevandi hjá tí almenna skal privatiserast, so drepur man skjótt hugflog og motivatión hjá almennum starvsfólki. Tað hevur víst seg, at hvørja ferð ein landsfyritøka ger okkurt innovativt, so kemur privata vinnulívið sum ketta burturúr høvdatrog og ger íløgur fyri síðani at rópa um órættvísa kapping. Landið hevur mangan staðið á odda fyri menning í hesum samfelag. Alivinnan, flogferðsla, uttanlandasiglingin, trailaraflutningur og ferðavinnan generelt eru góð dømir um hettar. Vónandi verður slík menning ikki dripin, tí man amputerar almennar stovnar til bert at sita eftir við negativu tølunum, meðan alt sum gevur pluss verður privatiserað. Úrslitið av einari slíkari framferð verða ómotiveraðar landsfyritøkur og eitt hugflogsleyst privat vinnulív borið á almennum lógvum.


Sosialurin