Oddagrein·Samgongan misti meirilutan

Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vunnu fólkatingsvalið. Úrslitið er eisini sera áhugavert verður tað mett sum ein nærum fullkomin veljarakanning. Tað er í veruleikanum ein dómur yvir samgonguna og ein týðulig ávaring til bæði Fólkaflokk og Sjálvstýrisflokk. Tað er eisini ein áváring til Tjóðveldisflokkin ætlar hann sær í Tinganes aftur.

 

Valúrslitið reisir spurningin, hvat Fólkaflokkurin hevur fingið burtur úr hesum samgonguskeiðnum. Hann er fangaður í polariseringini. Fullveldisfólkini eru farin til Tjóðveldisflokkin og samríkisfólkini í Sambandsflokkin. Tað setur spurningin, um flokkurin ikki átti at valt eina meira hóvliga loysn saman við eitt nú Javnaðarflokkinum frá byrjan.


Javnaðarflokkurin varð ov stuttur men helt borg og væl tað. Hann var bara 400 atkvøður aftanfyri Tjóðveldisflokkin. Jóannes Eidesgaard, sum misti sessin, fekk tó eitt sera gott persónligt val við nærum 4000 atkvøðum. Hetta gevur eisini eina ábending um, hvønn persón stórur partur av veljarunum sær sum komandi løgmansevni.


Var talan um løgtingsval, hevði samgongan mist meirilutan. Úrslitið er m.a. ein útpurring til Tjóðveldisflokkin, tí flokkurin ger einki við 24% einsamallur. Tað var væntandi, at hvør vongurin skuldi fáa hvør sín mann, men tað kom óvart á, at Sambandsflokkurin skuldi fáa so nógv. Tað er úrslit av lítið semjusøkjandi politikki Tjóðveldisfloksins. Hann ræðir veljararnar. Tað byggir ikki land og tað fær okkum ikki fram á sjálvstýrisleið. Tað fastlæsir støðuna. Tjóðveldisflokkurin hevur tí stóran part av skylduni av, at Sambandsflokkurin gjørdist so sterkur.


Valið er ein staðfesting av, at føroyingar framvegis ganga í tveimum bólkum, og soleingi man ikki kann finna eina loysn, ið sameinir fleiri føroyingar enn nú, koma vit stuttan vegin. Tað ber ikki til at gera nakra stóra loysn við eini helvt av føroyingum og eini aðrari ímóti. 70 til 80% av føroyingum mugu standa aftan fyri tað, sum man ger. Og tað merkir, at skal nøkur realistisk og virðilig loysn finnast í ríkisrættarliga spurninginum, so má hon fevna um tríggjar stórar flokkar. Tað merkir í veruleikanum, at tað er ringt fyri ikki at siga ógjørligt at fáa eina loysn uttan um Javnaðarflokkin, havandi í huga, at Sambandsflokkurin er partur av polariseringini, sum ger, at vit koma ikki víðari.


Fólkaflokkurin hevur fingið nakað at hugsa um. Roknast má við, at hann nú av álvara fer at hugsa um seg sjálvan, og tað merkir, at hansara markeringar í samgonguni fara at vera kraftigar. Eisini kann hugsast, at markeringarnar innanhýsis í Fólkaflokkinum verða kraftigar. Alt hetta týðir uppá, at vit fara at fáa eitt valstríð longu nú og inni í sjálvum landsstýrinum. Tað er ein trupulleiki. Og rímuliga avleiðingin av hesum átti at verið, at løgmaður umhugsaði møguleikan at skriva út val fyrr.


Sær man valið týsdagin sum eina fólkaatkvøðu um politikkin hjá samgonguni, so tapti hon.


Sosialurin