Nær hevur hesin framstandandi fólkafloksmaðurin sitið í samgongu og ikki samtíðis borið seg at sum var hann í andstøðu til teir hann er í samgongu við! Hvussu oftani hevur hann ikki verið við til at niðurgera tað, sum aðrir í samgongu hava ábyrgdina av, men samtíðis góðtaka tað! Hetta er ikki okkara politikkur, men vit góðtaka hann og fyri fjøldini kortini at látast sum man ikki góðtekur hann kortini. Vit minnast, hvussu hann megnaði stóra kynstrið at øsa sjálvt táverandi garvaða taktikaran Paula Ellefsen, tá hesir báðir vóru í samgongu. Og vit síggja tað aftur nú. Tað fer ikki dagur, at ikki sami oddamaður Fólkafloksins langar út eftir fíggjarmálaráðharranum ella hann á sín egna ironiska hátt ger ?gjøldur? burtur úr øðrum landsstýrisfólkum.
NÚ hava vit so oftani hoyrt tikið til, at ?hatta er bara Óli?. Jú so er. Men tað er meira enn tað. Tí teir boðskapir, sum verða meldaðir út í tíð og ótíð frá sama politikara/flokki fáa so stóra rúmd í miðlunum, at vanlig fólk trúgva, at hetta er ramasta álvara. Sum eitt nú tá Fólkaflokkurin gjørdi bart og gjørdi fíggjarmálaráðharranum púra greitt, at nú skuldi skatturin niður. Kom hann ikki við nøkrum, so vildi Fólkaflokkurin sjálvur leggja uppskot fyri tingið. Men hvat hendi! Fólkaflokkurin hevur og fer einki uppskot at leggja fram um skattalætta og hann fer heldur ikki at tvinga Tjóðveldið til at gera tað. Nú tíðin er við at renna út fyri at leggja slíkt uppskot fram tekur andstøðan formann Fólkafloksins á tingi uppá orðið og sigur frá, at hon kemur við einum skattalættauppskoti. Breckmann er skjótur at smoyggja sær uttan um og sigur seg nú bara kunna taka undir við einum uppskoti, sum er identiskt við tað hjá Fólkaflokkinum, sum enn bert er ein luftkastell. Sjálvandi vil eitt uppskot, sum tveir andstøðuflokkar leggja fram um skattalætta ongantíð blíva heilt tað sama sum tað Fólkaflokkurin vildi lagt fram. Tí spyrja vit: hvat vil Fólkaflokkurin røkka við øllum hesum upplopunum? At geva fólki skattalætti ella bara spæla samgongupartnararnum eitt puss? Ella er tað bara valgass tvs. til valið at kunna siga: hvat søgdu vit - vit vildu skattalætta, men Karsten vildi ikki koma við honum. Taktikkur og aftur taktikkur.
VERULEIKIN er tann, at Fólkaflokkurin vil bæði sleppa at blæsa og hava mjøl í munninum í senn. Tað átti ikki at borið til, men hjá Fólkaflokkinum ber so løgið tað ljóðar nærum alt til. Og tí kunnu menn sum Óli Breckmann loyva sær ? at spæla hund? sum teimum lystir: eitt nú við at fyrigikla fólki, at teir vilja skattalætta men í veruleikanum einki hava at hava henda lætta í. Teimum nýtist tað heldur ikki. Teir hava jú maktina kortini. Men tað kemur ein dagur, tá veljast skal aftur. Tá verður tað veljarin, sum skal taka dagar ímillum ærligar intentiónir og reint sagt politiskt bluffnummur. Vit hava sæð hetta í fullveldismálinum eisini. Spurningurin er, hvussu leingi Fólkaflokkurin kann sleppa væl frá at spæla uppá innantóm skattalættalyfti og nærum okkultlíknandi breiðar semjur í stórpolitiskum málum - uttan at meina nakað sum helst við tað! Álvaratos - hvat vil flokkurin? Øðrumegin sigur hann seg vera trygd fyri, at almennu útreiðslurnar lækka, hinumegin konstaterar hann bara, at tað øvugta hendir. Hinir hava skyldina. Men Fólkaflokkurin er við til at samtykkja hesar hækkingar. Spurningurin er, hvussu leingi tað ber til at ?fuppa? Palleba við slíkum politiskum taktiskum bluffi og hvørja ferð veljarakanningar vísa afturgongd, at siga, at tað skal nokk ganga kortini. Hvussu leingi kann Fólkaflokkurin bara leggja skylduna á Helenu og Karstsen, tí einki var komið ígjøgnum uttan við Fólkafloksins vælsignilsi. Man ?blása og hava mjøl í munni-politikkur? Fólkafloksins eisini fara at bera til hesaferð og geva flokkinum valdið ella!