Hóast farin tíð og nógv er broytt, síðani Ku Klux Klan og aðrir hvítir rasistar í Gods Own Country tóku lógina í egnar hendur og í hóphysterí myrdu svørt frá hond, so spøkir sama rasisman um enn í øðrum búna - framvegis í USA og í øðrum framkomnum londum, har upplýsing, útbúgving og rættartrygd annars áttu at verið borganin fyri júst tí øvugta.Vit eru vitni til rasismu, sum kemur til sjóndar á so ymsan hátt. T.d. tá man vil nokta einum framtíðar demokratiskum Turkalandi atgongd til EU, um somu tíð sum hesi rættvísu og kristnu siga seg vilja byggja brýr millum lond, fólkasløg og heimspartar vilja demokratisera umheimin men samtíðis ikki vilja hava hesi við til borðs.
Sangurin "Strange Fruit", skrivaður av hvítum jøda í kjalarvørrinum á teimum ræðuligu lynskingunum, gevur okkum gásarhold og fær fram sterkar kenslur og tankar í okkum. Og tað eigur hann. Tí nútíðin eigur at læra av hesi fortíð. Á sama hátt sum tey littu í tátíðar USA royndu at forða fyri tí harðrendu og deyðsgevandi rasismuni, eiga vit í dag at forða teimum víðgongdu/ekstremu eitt nú ultrahøgravendu í USA einsvæl og fanatisku muslimunum í at brenna brýr millum menniskju, fólkasløg, religiónir, rasur og tjóðir.
Strange Fruit var protestsangur móti tátíðarinnar lynsjan. Orðini myndamálið - og tónleikurin eru so kensluborin og rámandi, at tey áttu at verið borin fram aftur og aftur. Sama rasisma, tó í øðrum búna, livur framvegis í somu suðurstatum. Nú er myndin bara ein onnur. Kristna fundamentalistiska høgra, sum er so gróðurfest her,er rørslan, haðani Bush forseti fær sín stuðul. Her ræður eyga fyri eyga dømingin úr Gamla Testamenti. Eingin statur hevur tikið so mong av døgum sum føðistatur Bush. Eingin statur hevur so mong fongsul heldur. Her er tað in at døma út frá sokallaðum kristnum virðum. Tað er serstakliga umrødda rørsla, ið heldur lív í Bush og øllum hansara viðspælarum. Sum við lygnum megnaðu at sannføra sjálvt heiðurligar politikarar at fara í kríggj í Irak.
Deyðarevsingin er nútíðarinnar Strange Fruit. Rættartrygdin hjá fátækum og littum er lítil og eingin. Mong ósek enda í "stólinum". Ikki nóg mikið við tí. Nú royna somu kristnu fundamentalistar við Bush á odda at manna Hægstarætt - seinasta staðið, har fátøkk, litt og óvard, kunnu fáa sínar søkir lýstar - við sínum fólkum. Hesi, ið frammundan eru "lost" í amerikanska rættarsamfelagnum, skulu nú liva við óvissuni næstu 30 árini um, at Bush fólkini gjøgnum Hægstarætt koma at avgera rættindini hjá teirra børnum og abbabørnum. Hægstirættur, ið skal kunna verja ikki minst tey, sum í gerandisdegnum eru offur fyri rasmismu og órættvísi, verður nú mannaður við fólki, ið høgravendi Bush persónliga hevur valt út. Strange Fruit eigur at minna okkum á, hvussu týðandi tað er at verja sanna demokratiið, har øll uttan mun til húðalit,trúgv, sosialt støði ella politiska áskoðan, hava somu rættindi.
Sosialurin