Hondbóltur
Neistin stevnir við fullari ferð móti FM-finaluni í manshondbólti. Enn er kappingin bara hálvrunnin, men sigurin á StÍF bar við sær, at munurin niður til næsta liðið øktist upp í seks stig, og sum Neistin spælir í løtuni, er tað ein spurningur, um tað ber til hjá ikki bara einum men tveimum mótstøðuliðum at taka bláu menninar aftur.
Hesa ferð mátti oddaliðið enntá vera Heina Hanusarson, Jugoslav Djumic og Inga Olsen fyriuttan, men í endaligu støðuni bilti hetta einki.
Tað tók tó sína tíð, áðrenn StÍF gav seg. Neistin leyp avstað fyrstu minuttirnar, men tað var skjótt, at gestirnir fangaðu teir aftur.
Tað var tó Neistin, sum støðugt hevði størra yvirskotið. Hóast nakrir profilar vóru burtur hesaferð, so er breiddin á liðnum somikið stór, at hetta ikki nervaði tað heilt stóra. Strandingar eru hinvegin dekan ov tunnir í sínum spæli. Alt ov stór ábyrgd hvíldi á skjúttunum, og tá hesir ikki støðugt kunnu raka alt, sum skotið verður eftir, verður tungt hjá liðnum at vinna tað mista aftur.
Og tað var eisini ov lítið til at basa Neistanum, sum longu hevur annað beinið í FM-finaluni. Hinvegin er sera tættur dystur um næsta finaluplássið. Í løtuni er tað Kyndil, sum er ájavnt strandingum í tí dystinum, men trý onnur lið eru eisini, sum fegin vilja sleppa til orðanna tí viðvíkjandi.
Fakta um dystin
Neistin-StÍF30-25 (12-12)
10 min: 5-2
20 min: 9-8
40 min: 19-16
50 min: 24-19
Málskjúttar
Neistin: Sjúður Thomassen 8, Davud Edvardsen 7, Finnur Hansson 5, Áki Mørk 4, Tróndur Kragesteen 4, Karl Oddmar Rasmussen 1