Á aðalfundi hjá felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar varð Oddbjørg Johansen, leiðari á Bú- og viðgerðarstovninum í Stoffalág, kosin til ársins sjúkrarøktarfrøðing 2020.
Grundgevingin fyri, at Oddbjørg Johansen er vald sum ársins sjúkrarøktarfrøðingur er hendan:
– Oddbjørg hevur áhaldandi ment seg fyri at kunna útinna sjúkrarøkt á høgum støði. Hon hevur tikið stig til at útbúgva starvsfólk, bæði innan psykiatriska økið og í almenna rúminum.
– At arbeiða saman við henni gevur íblástur til at veita eina enn betri sjúkrarøkt. Hon varpar ljós á møguleikar og loysnir við dygdargóðari sjúkrarøkt.
– Oddbjørg hevur á ein semjusøkjandi hátt víst á, at bestu úrslit verða rokkin, um arbeitt verður fleirfakligt og tvørtur um geirar.
Hetta stendur skrivað á heimasíðuni hjá felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, har tað eisini verður ynskt Oddbjørg tillukku við heiðrinum.