Seinnapartin klokkan 15 byrjar dysturin við Margáir í Streymnesi í Meistaradeildini hjá monnum millum EB/Streym og B68.
R2 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tá liðini hittust á Svangaskarði á Toftum 3. mai endaði tað við javnleiki 1-1.
B68 er nummar sjey í deildini við 12 stigum, og EB/Streymur er nummar níggju við níggju stigum.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin við Margáir eru púra jøvn.
Oddsini upp á heimasigur til EB/Streym liggja millum 2,28 og 2,57.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,00 og 3,50.
Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 2,40 og 2,63.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##













