Oddsini millum Víking og HB eru næstan jøvn

Her eru oddsini upp á dystin Víkingur-HB

Savnsmynd

Í kvøld klokkan 19 verður útsetti dysturin í triðja umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum leiktur í Sarpugerði í Norðragøtu. 

 

Víkingur tekur móti HB, ið vann fýra kappingardystir móti Víkingi í 2025.

 

Dysturin verður vístur á Rás1 hjá Televarpinum, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn. Tó hella oddsini eitt lítið vet til ein HB-sigur. 

 

Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 2,50 og 2,92.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,60.

 

Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 2,01 og 2,45.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Savnsmynd