Manshondbóltur
Sjáldan hevur tað verið somikið javnt sum í ár, tá helmingurin av hondbóltslandskappingini er runnin. Um so er, at Neistin og StÍF vinna sínar dystir leygardagin, verða trý lið púrasta jøvn í stigum, tá farið verður undir endaspælið, og undir ongum umstøðum verður munurin millum tey trý fremsti meira enn eitt stig.
Verður ivaleyst tætt
Tí er tað kanska ikki tann heilt stóra vanlukkan, um Neistin ella StÍF skuldu sett stig til í dag. Eitt stig er so altíð møguligt at vinna aftur. Men hinvegin er kappingin sera, sera jøvn í ár, og tí er einki at ivast í, at mest sum hvørt stig í endaspælinum verður avgerandi.
Á pappírinum er tað kanska StÍF, sum hevur torføraru uppgávuna, tá teir á heimavølli taka ímóti Kyndli. StÍF var í útidystinum móti Kyndli fyri eitt av trimum tapum higartil, og yvir høvur er tað væl eisini so, at júst Kyndil man vera eitt hitt truplasta liðið hjá StÍF at spæla ímóti. Hetta tí teimum eins og strandingum dámar væl at spæla kvikan hondbólt, har bólturin ger arbeiðið, heldur enn at stórir skjúttar taka sær av øllum, og tí talar alt fyri einum spennandi dysti. Og ivaleyst kann talan eisini gerast um ein av meira undirhaldandi dystinum, tí hava hesi liðini ein góðan dag, eru helst eingi onnur, sum kunnu skapa ein eins áskoðaravinarligan hondbóltsdyst.
Hóast hon kanska ikki er eins trupul á pappírinum, so er tað á ongan hátt nøkur løtt upgáva, sum Neistin hevur um vikuskifti. Kollfirðingar hava fleiri ferðir gjørt ein vørr móti ovaru liðunum í vetur, og við einum sigri her kunnu teir syrgja fyri, at teir í øllum førum koma heilt nær oddinum undan endaspælinum. Og so skulu teir bláu nokk eisini minnast til, at tað eru ikki meira enn tríggir dagar síðani teir vóru fyri eyðmýkjandi tapi fyri næstbestu kollfirðingunum. Her verður tað altso besta liðið, sum Neistin skal royna seg ímóti, og so er spurningurin, hvørt teir reisa seg somikið, at ein hevnd er vantandi.
Botnuppgerð í Runavík
Seinasti dysturin verður í Runavík, har H71 vitjar hjá Tjaldri. Soleiðis sum kappingarárið hevur lagað seg higartil, so tykist hetta longu nú at gerast ein týdningarleysur dystur. Ikki minst tí talan ikki er um nakran niðurflytingarvanda.
Men hinvegin er einki at ivast í, at báðir partar helst vilja sleppa undan at skula halda til á aftasta sessinum. Kanska serliga hoyvíkingar hava seinastu umførini víst ein vilja til at sleppa úr hesi støðuni, meðan Tjaldur hinvegin hevur gjørt ein vørr av og á ígjøgnum árið, og tí kann væl verða, at talan verður um ein dyst av teimum heilt frægu í Runavík.