Ódugnaskapur er ikki fastleiki

- hetta sigur Helena Dam á Neystabø, í eini viðmerking til nýggjársrøðu løgmans. Hann koyrdi Sámal Petur í Grund úr starvi, tí hann tosaði um undirsjóvartunnil, men helt sjálvur fram við ætlanini

Í sambandi við nýggjársrøðu løgmans, hava vit biðið Helenu Dam á Neystabø, úr Sjálvsstýrisflokkinum um nakrar viðmerkingar.

- Tað var tunt soð, og flysa vit sjálvrósið burturav, so stóðu vit eftir við ófrættadámi.

Tað, hon her hugsar um er, at løgmaður boðaði frá møguligum sparingum og skattahækkingum komandi ár.

- Tey sum skulu taka við eftir Edmund Joensen, fáa eina tunga byrðu at lyfta, skulu vit koma burturúr tí skuldarhafti, sum Edmund Joensen ikki hevur megnað at gera avtalu við donsku stjórnina um.

Helena Dam á Neystabø heldur, at Løgmaður vendir øllum á høvdið:

- Fyrst finst hann at teimum smærri broytingunum, sum fóru fram í fíggjarnevndini í fjør, samstundis sum hann ikki, við einum einasta orði nevnir, at eisini løgmaður beint undan jólum góðtók, at minka munandi um inntøkurnar hjá landskassanum næsta ár.


Ongin vilji at taka tøk

Helena Dam á Neystabø heldur eisini, at løgmaður sýnir lítla virðing fyri teimum, hann samstarvar við.

- Hann leggur dent á at gykla fyri føroyingum, at hann einsamallur eigur æruna av, at Føroyar um árslok 1997 eru betri fyri enn í 1994. Rós til sín sjálvs og rís til øll onnur.

- Hetta er lítið virðiligur atburður hjá tí sum situr í landsins hægsta embæti, og eigur helst onga aðra viðmerking uppiborna.

- Vit, sum hava samstarvað við løgmann og flokk hansara vita, at tað er ikki haðani, viljin kemur at taka tøk.

Men, sigur hon:

- Hetta skal ikki forða Sjálvsstýrisflokkinum, at fegnast um, at tað - eisini við okkara luttøku - hevur eydnast at bøta um ta truplu støðu, sum Føroyar komu í fyrst í nítiárunum

- Men tá løgmaður undirstrikar, at einki var framt, fyrr enn hann tók um stýrisvølin í 1994, so ásanna vit, at fleiri av teimum tyngstu og truplastu tøkunum vóru tikin áðrenn.


Fegnast um vøksturin

Helena Dam á Neystabø sigur, at eisini Sjálvsstýrisflokkurin fegnast um, at lønargjaldingarnar eru hækkaðar, men tað er at fara lætt um sannleikan, als ikki at nevna fyri føroyingum, at meginorsøkin til hesa gongd er tann risastóri vøksturin í fiskiveiðuni.

- Hava vit henda vøkstur í huganum, so er ein lønarvøkstur uppá 7% í høvuðsvinnuni, og ein vøkstur uppá 8% í útflutninginum ov lítil. Veiðan av virðismiklum fiskasløgum er fleirfaldað.

- Vit mugu ásanna, at stórur vandi er fyri, at fiskastovnanir enn einaferð eru alt ov hart troyttir.

Samstundis nevnir hon, at løgmaður finst at øllum øðrum fyri ikki at vilja keypa virkir frá P/F Fiskavirking.

- Øll, sum hava fylgt við vita, at løgmaður sjálvur hevur verið størsta forðingin fyri framburði innan fiskivinnuna á landi seinastu árini.


Ódugnaskapur

Helena Dam á Neystabø hevur eisini nakrar viðmerkingar til fastleika løgmans.

- Hann tekur sum dømi, at flokkar hava givið upp. Øll vita Sjálvsstýrisflokkurin varð koyrdur úr samgonguni orsakað av, at landsstýrismaður okkara vendi sær til samgonguna við fyrispurningi um fast samband um Vestmannasund. Ein verkætlan, sum eftir ætlan landsstýrismansins, skuldi tyngja minst um fíggjarlóginar frameftir.

- Nú skuldi ein trúð, at alt prát um fast samband helt uppat, men so var ikki.

- Tjúgutals milliónir eru settar á fíggjarlógina bæði fyri 1997, 1998 og fleiri ár frameftir, fáar dagar eftir, at Sjálvsstýrisflokkurin var útblakaður.

Hetta heldur Helena ikki passa serliga væl inn í myndina um fastleika, hon sigur:

- At kalla slíkan ódugnaskap og manglandi skygni fyri fastleika, sigur eitt sindur um, hvønn týdning man skal leggja í hesa nýggjársrøðu løgmans.