KÍ hevur í kvøld tryggjað sær pláss í finaluni um løgmanssteypið, sum verður leygardagin 5. september. Tað er greitt eftir eina heilt framúr hendingarríka, málríka, skiftandi og dramatiska jóansøkuuppgerð í góðum líkindum í seinnu hálvfinalu, sum endaði við brotssparkskapping. Í henni vóru klaksvíkingar teir stinnaru. KÍ málverjin Mark F. Jensen bjargaði tveimum brotsspørkum, og NSÍ sendi eitt brotsspark omanfyri tvørtræið, meðan Tom Amos í NSÍ málinum bjargaði einum brotssparki.
NSÍ átti heimavøll, og setningurin hjá heimaliðnum var at svara aftur, eftir at KÍ í Klaksvík vann 4-2.
Jonn Johannesen, sum í kvøld var ytstur á framrættaða plássinum í vinstru, hevði beinanvegin risastóran møguleika mest sum at avgera, tá ið hann varð spældur leysur í vinstru, men svenski NSÍ málverjin Tom Amos vann tvídystin teirra millum, og so endaði fyrri hálvleikur málleysur.
Tað kom eldur í beinanvegin eftir steðgin, tá ið Petur Knudsen legði NSÍ á odda og harvið samantalt minkaði um munin til 4-3.
Og næstu løtuna var tað NSÍ liðformaðurin Petur Knudsen, sum átti heilt avgerandi leiklut. Dómarin legði átta minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og tá ið Petur Knudsen í 99. minutti økti um leiðsluna til 2-0, so var samantalt javnt og neyðugt við longdari leiktíð.
Tá kendist tað sum um, at klaksvíkingar høvdu betri tak á fótbóltsspælinum, men tað var Petur Knudsen, sum økti um leiðsluna til 3-0, og hattrikkið bar við sær, at NSÍ samantalt var á odda og á finalukós.
Og í longdu leiktíðini vórðu trý mál skorað aftrat: Páll A. Klettskarð minkaði um munin til 3-1, og so var aftur púra javnt. Og í tíðini, sum dómarin legði aftrat longdu leiktíðini, skoraðu báðir partar. Árni Frederiksberg skoraði málið, sum sá út til at bjarga KÍ finaluplássið, men so var tað NSÍ miðverjin Daniel Obbekjær, sum eftir frísparksframlegging úr høgru stútaði bóltin í málið og so var aftur javnt.
Tað endaði við 4-2 NSÍ sigri, og samantalda støðan var 4-4. So var neyðugt við brotssparkskapping, og hana vann KÍ.
Í annaðkvøld verður tað greitt, um mótstøðuliðið hjá KÍ í finaluni um løgmanssteypið verður HB ella Víkingur, sum hittast í Gøtu. HB fann fyrru hálvfinaluna 2-1.
NSÍ – KÍ 2-0 (0-0) 4-2 eftir longda leiktíð
1-0: Petur Knudsen
2-0: Petur Knudsen
3-0: Petur Knudsen
3-1: Páll A. Klettskarð
3-2: Árni Frederiksberg
4-2: Daniel Obbekjær
Samantalt 6-6 eftir 125 minuttir
Brotssparkskapping
1-0: Petur Knudsen
1-1: Árni Frederiksberg
2-1: Jann J. Benjaminsen
2-1: Filip Brattbakk
2-1: Aron Knudsen
2-2: Jákup B. Andreasen
2-2: Daniel Obbekjær
2-3: Páll A. Klettskarð
2-3: Marius Kryger Lindh











