Øll málini hjá Ronaldo

69 mál í 59 dystum í 2013. Tað eru ræðandi hagtølini hjá Cristiano Ronaldo

Tað er einki forgjørt í, at Cristiano Ronaldo í kvøld varð kosin sum heimsins besti spælari í 2013. Ronaldo hevur í fleiri ár verið ein tann vandamesti álopsspælarin í heiminum, og tað er bara ein eins ótrúligur Lionel Messi, sum hevur gjørt, at Ronaldo ikki oftari er kosin sum heimsins besti.

 

Lesið eisini: Ronaldo græt av gleði

 

Í 2013 skoraði Ronaldo 69 mál í 59 dystum, og málini síggjast við at trýsta á pílin á myndini omanfyri. Umframt málini átti hann eisini 17 upplegg, og hesi síggjast eisini í videoklippinum.