Øll vælkomin á mentanardagar í Sunda kommunu

- Vit umboða nógvar bygdir, býlingar, feløg og felagsskapir, men á mentanardøgunum eru vit øll saman sum ein Sunda kommuna, sigur Jógvan Kruse

Mentanardagar eru í Sunda kommunu, og aftur í ár verður bjóðað til eina rúgvusmikla og fjølbroytta skrá, sum kann síggjast um heimasíðuna - www.sunda.fo

 

- Mentanardagarnir styrkja samanhaldið millum okkum øll í kommununi. At vit eru so virkin og íðin ger, at vit aftur í ár hava eina bæði spennandi, rúgvusmikla og fjøltáttaða skrá.

 

Jógvan Kruse, borgarstjóri í kommununi, sigur, at í skránni er okkurt til øll, bæði ung, vaksin og eldri.

 

- Í øllum tí vit gera á mentanar-og trivnaðarøkinum hava vit ABC fyri sálarliga heilsu við í tilgongdini. Hetta so, at vit bæði kunnu vera virkin - við at skipa fyri og vitja, eins og vit gerast hugbundin av tí, sum vit møta og uppliva.

 

Borgarstjórin vísir á, at í okkara gerandisdegi, har tað skal ganga skjótt til tíðir, eru mentanardagarnir eitt gott høvi at steðga á og njóta løturnar saman.

 

- Mentanardagarnir eru eisini eitt gott høvi at vitja runt um í Sunda kommunu - eisini har vit sjáldan koma ella ongantíð hava verið áður. Vit møta kendum fólki og koma at kenna fólk, vit ikki kendu frammanundan.

 

Jógvan Kruse vísir á, at Sunda kommuna umboðar nógvar bygdir, býlingar, feløg og felagsskapir.

 

- Men, á mentanardøgunum eru vit øll saman sum ein Sunda kommuna, sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri, sum bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum á mentanardagar í kommununi.