Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár, skrivar Hondbóltssambandið.
- Sum fráboðað á facebook í gjár, so er Hondbóltssambandið bæði ovfarið og takksamt fyri stóra áhugan at stuðla landsliðnum í kappingini um EM-plássini. Tíverri má staðfestast, at høllin hevur eitt sera avmarkað rúmføri, verður sagt.
Dysturin móti Ukraina verður í Høllini á Hálsi mikudagin 26. apríl kl. 19.00 og er hetta næstseinasti dysturin í hesari EM-undankappingini. Seinasti dysturin er á útivølli móti Eysturríki í býnum Bregenz, sunnudagin 30. apríl.
##ms##