Ógvusligur eldur í oljugoymslu á Krim

- Fyribils upplýsingar siga, at tað er eitt ukrainskt dronuálop, sum er orsøkin til eldin, sigur borgarstjórin í Sevastopol á Krim.

Í morgun er eldur í einum oljutanga í havnabýnum, Sevastopol á Krim-hálvoynni í Svartahavinum. 

 

Krim er hálvoyggin, sum Russland tók frá Ukraina í 2014, og Russland sigur í morgun, at eitt ukrainskt dronuálop er orsøkin til stóra eldin.

 

Myndir á staðnum í morgun vísa eitt ógvusligt eld-og roykskýggj, sum stendur til himmals. 

 

Sambært borgarstjóranum í Sevastopol, sum Russland hevur sett til valdið, Mikhail Razvozjajev, spreiðir eldurin seg í umhvørvinum.

 

- Fyribils upplýsingar siga, at tað er eitt ukrainskt dronuálop, sum er orsøkin til eldin. Ongar fráboðanir eru um deyð ella løstað, skrivar hann á Telegram.

 

Borgarstjórin sigur, at støðan er undir eftirliti, og at sløkkilið arbeiða við at sløkkja eldin.

 

##med2##

 

Myndugleikarnir í Ukraina hava higartil ikki gjørt viðmerkingar til hendingina.

 

Havnarbýurin, Sevastopol, er høvuðsstøðin hjá russiska svartahavsflotanum, og Ukraina hevur áður í krígnum lopið á mál á Krim-hálvoynni.

 

Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.