Tað hevur ikki verið nøkur tilvitað ætlan hjá Okkara at fara hagar, ið kappingarneytin er frammanundan, sigur Okkara, sum nú letur handil upp í grannahúsinum hjá Føroya Bjór. Okkara hevur í dag latið nýggja útsølu upp í Havn. Útsølan verður skipað í samstarvi við Landshandilin og fer sølan fram í hølunum hjá Landshandlinum á Akranesgøtu 11, sum er nærmasti granni hjá Føroya Bjór.
Men Okkara sigur í dag, at ætlanin var ikki, at provokera Føroya Bjór.
-Tað hevur ikki verið nøkur tilvitað ætlan hjá Okkara at fara hagar, ið kappingarneytin er frammanundan. Men útboðið av útsølustøðum í Havn er soleiðis í løtuni, at einastu egnaðu og tøku hølini til endamálið vóru tey beint við síðuna av útsøluni hjá Føroya Bjór. Kundin er helst tann, sum fær størstan fyrimun av, at tað hevur lagað seg soleiðis, tí nú ber til at keypa tað besta frá báðum føroysku bryggjaríunum á einum stað, sigur Okkara í dag.