...Okkur ið eingin enn hevur sagt

»Gátusørt« - eitt nýggjyrði sum vísir ta hepnu hondina á Carl Jóhan - er Tímar og rek ikki.

Men, mítt barn, um blómur

tú vilt vinna eingin eigur,

mást tú klúgva huga tíns

brøttu bjargaleiðir.

Karsten Hoydal


Turið Sigurðardóttir


Tímar og rek, sum er innstillað úr Føroyum til kappingina um Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs, er sætta yrkingasavnið eftir Carl Jóhan Jensen. Seinasta savnið undan hesum, Hvørkiskyn (1990), varð innstillað sam ár, sum tað kom út. Yrkingar eftir Carl Jóhan hava verið prentaðar í svenska bókmentatíðarritinum Café existens, og í 1995 kom út savn av yrkingum hansara á íslendskum undir heitinum Hvoruskyn í týðingum eftir Martin Tausen Gøtuskeggja, prentaðum saman við upprunaligu føroysku tekstunum.

Carl Jóhan hevur skrivað tvær bøkur í óbundnum máli, ta lítlu skaldsøguna Seinnapartur (1979) og Rúm (1995). Henda seinna er ein modernistisk frásøgn, sum fevnir víða í tíð og rúmd, søgd á sjóferð millum Føroya og Evropa millum 15. juni og 5. august 1919.

Í Tímum og reki møtast hevd og modernisma. Av teimum 26 yrkingunum eru umleið onnur hvør sonetta og onnur hvør í fríum órímaðum formi við skiftandi longd úr trimum reglum og upp í fýra síður.


Sonettuformurin

Sonettuformurin setur sín dám á Tímar og rek. Carl Jóhan hevur áður sett sonettur saman, onkur er í Hvørkiskyni, og fýra stóðu í Brá nr, 19 (1992). Sonetta, sum at kalla ikki hevur verið til á føroyskum, er ein hin virdasti yrkingarformurin í evropeiskari skaldskaparhevd. Upprunnin á Sicilia í 13. øld vann hon víðagiti í tí líki, sum italsku skaldini Dante og Petrarca góvu henni. Italska sonettan er 14 reglur, býttar sundur í 2 fýraregluørindi (kvartettir) og tvey tríregluørindi (tersettir); hvør regla hevur 11 stavilsi og endar áherðsluveikt; rímskipanin er oftast abba, abba og cdc, dcd. Í samsvari við sundurbýtingina í 2 partar, kvartettir og tersettir, er evnisviðgerðin tvíbýtt: í fyrra parti, kvartettunum, verður eitt evnið sett fram, eitt slag av baksýni; seinni partur, tersettirnar, tekur samanum, har verður evnið viðgjørt nágreiniligari og hugsanin og kenslurnar hjá skaldinum koma týðuligari fram. Seinni eru ymisk frábrigdi vaksin fram í ymsum londum og hevdum, eitt nú shakespearska sonettan, sum m. a. hevur 3 kvartettir og eitt tvíregluørindi. Men tað liggur fast, at sonettur hava 14 reglur og býtast sundur í 2 partar.

Sonetturnar í Tímum og reki eru 2 kvartettir og 2 tersettir. Eitt vanligt frábrigdi uttan fyri Italia er 10 stavilsi í regluni og kallrím, t.e. at rímorðini enda við áherðslustavilsi. Tað er hetta frábrigdið av sonettuforminum, sum Carl Jóhan nýtir: Flestallar reglurnar halda seg innan fyri 9-11 stavilsi, og meirilutin av teimum hevur 10 stavilsi. Allar reglurnar hava kallrím, ein avmarking, sum í sjálvum sær útihýsir nógvum orðingarmøguleikum í føroyskum, t.d. teimum vanligastu bendu formunum av navnorðum, lýsingarorðum og sagnorðum; afturfyri gevur tað høvi til at royna aðrar møguleikar til lítar.


Líkskari 1951

Byggingin í bókini er tann, at fýra sonettur, tvær fremst og tvær aftast, við felagsheitinum ?líkskari 1951? ramma savnið inn. Harnæst er yvirhøvur onnur hvør yrking sonetta og onnur hvør yrking í fríum formi; hetta ger savnið regluligt og fjølbroytt í senn. ?Rammusonetturnar? hava heiti og motiv sítt frá einum málningi eftir S. J. Mikines (?Líkskari 1951?, sí: Bárður Jákupsson: Mikines 1990 s. 105). Umframt felags heitið tær hvør sítt nágreinandi undirheiti: ?við svartari flugu?, ?við bláari flugu?, ?við gulari flugu? og ?við reyðari flugu?, heiti sum m.a. rógva fram undir, at talan er um fýra ymiskar upplivanir ella tolkingar av málninginum, og eisini líkjast myndatitlum og minna ikki sørt um tað lagið í impressionistiskari myndalist at mála sama motiv á morgni, kvøldi, degi og á nátt og soleiðis fáa fýra ymiskar myndir, tí ljósið, sum er grundfyritreytin, er ongantíð eins. Samsvarandi eru tær fýra rammusonnetturnar við støði í mikinesmálninginum m.a. ein sannkenning av, at møguleikarnir fyri tolking eru óendaligir. Í sambandi við tær nevndu sonetturnar er tað vert at hava í huga, at motivið er ein málningur, eitt listarverk, v.ø.o. nakað sum longu er ein tolking. Bera vit saman hesar fýra sonetturnar, so ganga somu ella skyld fyribrigdi gjøgnum tær men forskotið og við frábrigdum, tær eru umskiplanir (forskjótingar) hvør av aðrari; til dømis tvær tær fyrstu reglurnar í teimum fýra yrkingunum:


við svartari flugu:

og luftin var eitt segl. ein svarfør kjós,

sum fylgið gongur groypt í dúkin. leyst.


við bláari flugu:

tí luftin er ein lind. hamskift krop.

tá fylgið steðgar og alt í einum sær...


við gulari flugu:

er mark fyri tí sum luftin veit av

tá fylgið fer um flatan. leyst. stygt.


við reyðari flugu:

er luftin ein legd ið fyllist av frygd

tá fylgið kemur niðan. svart. leyst.


Denturin liggur, ymiskt ella samstundis, á tí ítøkiliga í málninginum, t.e. sjálvum løriftinum (?groypt í dúkin?, ?um flatan?), á søguni sum málningurin sigur frá (t.d. ?fylgið kemur niðan?) ella hugmyndafrøðiliga innihaldinum (t.d.?er mark fyri tí sum luftin veit av?).

Fyrri partur av sonettunum (kvartettirnar) eru myndir og varhugar við støði í tí nevnda mikinesmálninginum, tíðarliga uttan fyrivarni skiftandi millum nútíð og tátíð.

Tersettirnar taka upp annan tátt. Straks kemur flugan úr undiryvirskriftini fyri (ávikavist tann svarta, bláa, gula og reyða) og er órógvandi til staðar gjøgnum báðar tersettirnar. Í yrkingini ?við svartari flugu? situr, flýgur, surrar hon og trokar seg inn ?millum linsu og sjónvegg.? Á sín hátt umboðar hon umheimin, sum altíð er onkustaðni - órógvandi - til staðar og ávirkar listina. Hon, sigst, verður eitt ?bákn?, ella tekin, um tíð ?sum krøkist gjøgnum mót og tákn?; eg lesi ?mót? í merkingini ?møti? (sbr. ?veðramót?) og ?tákn? sum íslendska orðið fyri ?tekin?. Hyggja vit aftur at felagsheitinum, so hevur tað eina tíðarfesting, nevniliga 1951; nevnt er fyrivarnisleysa skiftið millum tátíð og nútíð í kvartettunum. Tað ber sostatt til at benda á eina linju av tíðarásetingum gjøgnum yrkingina: fortíðin (1951) og nútíðin (tá ið hann hyggur at málninginum) umskarast í kvartettunum (blandingur av málfrøðiligari nútíð og tátíð); í tersettunum verður flugan, sum er uttanfyri men kortini í myndini, eitt samanfatandi tekin fyri tíð og tíðarmót. Í yrkingini ?við bláari flugu? er flugan í tersettini sett í samband við tað sum ógildir ?ta innanlygnu mynd? (lygna = spegilsblankur blettur á sjónum; yrkjarin tykist at hava gjørt lýsingarorðið ?lygnur?= slættur, kyrrur, eftir íslendskari fyrimynd), v.ø.o. ger myndina ógilda við hennara innaru logn ella friði. Í triðju og fjórðu rammusonettuni, er flugan í tersettini sett í samband við eina nøgd av fyribrigdum, frá dreymi um hond, ið ?kastar upp í tómið stjørnur? - tann hevdbundna myndin av himninum -, til norrønu myndina av Heljum: ?eitt gólv./ eitt loft av ormum?, sum vit kenna úr Vøluspá:


Sal sá hon standa

sólu fjarri

Nástrondu á

norðr horfa dyrr:

falla eitrdropar

inn um ljóra,

sá er undinn salr

orma hryggjum.


Tær fýra yrkingarnar leggja dent á ymisk merkingarløg og tolkingarmøguleikar í motivinum ?Líkskari 1951?; almennari orðað liggur í hesum ásannanin av margáherðsluni (polysemi?ini) í málsligum og eisini myndlistarligum teknum, t.e. evnunum hjá teknunum at bera meira enn eina merking, alt eftir samtekstinum ella samheinginum.

At júst hesar yrkingarnar ramma savnið inn ger, at hinar yrkingarnar mugu tolkast út frá tí yvirskipaða boðskapinum, sum ramman sendir út. Umframt tað, sum sagt er omanfyri um yrkingarnar, er sjálvur sonettuformurin ein partur av boðskapinum; at velja henda formin er ein viðurkenning av teirri hámentan, sum hann eigur rót sína í; tað strikar eisini undir form og formkynstur sum ómissandi lut í yrking eins væl og í aðrari list. Tær fýra rammuyrkingarnar hava tí fyrimynd sína í tí formstrangasta, sum ofta eisini verður kallað tað logiskasta, í evropeiskari skaldskaparhevd og vísa í motivi og titli til grundleggjaranum av føroyskari myndalist.


Yrkingar í fríum formi

Tað er ein lætti at koma frá teimum ógvuliga bundnu sonettunum til yrkingarnar í fríum formi. Serliga tað, at í sonnettunum enda allar reglur við áherðslustavilsi, gevur - umframt tær málsligu avmarkingarnar - eina tunga, avhøgda rútmu. Eisini sjálv skriftmyndin av sonnettunum er merkt av hesum við næstan beinari høgrumargu. Hetta er alt øðrvísi í hinum yrkingunum, sum hava skiftandi rútmu.

Av yrkingunum í fríum formi er tann longsta ?eind?. Reglurnar eru ójavnar, tær flestu stuttar, ja, summar bara eitt lítið einkisligt orð sum ?til?, ?og? ella ?bert?. Hetta eru hugleiðingar um hugtakið ?eind?, sbr. yvirskriftina, og trý boð ella møguleikar eru settir upp; teir tríggir partarnir eru býttir sundur við orðinum ?ella?, sum stendur einsamalt millum fyrsta og annan part og annan og triðja part. Byrjan og endi ramma yrkingina inn við at næstfyrsta regla í yrkingini, staðsetingin ?á hálvfarnum vegi?, er uppafturtikin í síðsta parti og kvøldmyndin við mánanum somuleiðis.

Yrkingin byrjar sum ein keipumynd av tí friðsælu ?Einki er sum summarkvøld við strendur? eftir Chr. Matras:


einki er sum kreppukvøld við strendur


Slík avlagandi eftirgerð av viðurkendari yrking má skiljast sum atfinning móti teirri skaldskaparhevd, sum henda yrking hoyrir til. Carl Jóhan hevur eisini meira enn eina ferð avsagt ikki bara Chr. Matras men nýføroyskan skaldskap.

Í fyrsta parti spyr yrkjara-eg?ið staddur ?á hálvfarnum vegi?, órógvaður av mána-eyganum eitt ?kreppukvøld við strendur?, hvørt tann eindin, sum hann tykist at uppliva, er


... eindin ið lyftist

sum andalætt grót

og sang gjøgnum rúmdirnar

alt er sum heima.

er alt. ið er.


- seinasta reglan er uppafturtikin nakrar ferðir í 1. og 2. parti í frábrigdinum ?alt er. ið er.? - Fyrsti partur av yrkingini heldur fram at nevna og dýpa ymiskt, sum fær yrkjara-eg?ið at uppliva ?eind?, eitt nú ?fjøltrygd og teldi? umframt trúarligur varhugi (?festir á notulegg?).

Í øðrum parti er boðið ?eindin í oyggjunum? - og her fylgir lýsing ella hugleiðing um kreppuna hjá eg?num - og hjá Føroyum. Við umskriving úr skjaldrinum ?Kall og Svein ungi? er bjargalínan, tað sum heldur uppi, her


ein flatlendskur

DNA-smílskur

hosnatráður

og sjálvur eg á endanum


Síðan er í sterkum myndum lýst ?eindin í havinum?, sameiningin millum lagnuna hjá havinum og samfelagnum øðrumegin og búskaparligar og lógarligar atgerðir hinumegin - víst gjøgnum málsligar atgerðir í yrkingini, m.a. metaforisku møguleikarnar í orðum sum ?skrædl?, ?ugga-?:


veðhald

fyri genum

sum

evnast

til

blóð

miðvíst

og

táknir:

útkomu

við lóg

um skrædl

og uggaleyst

viðbragd


Tað er ein óunnilig eind, sum talan er um. Við tí í huga er tað skiljandi, at triðja og síðsta hugleiðingin er áheitanin um nakað annað:


sigl óeind

sigl fram úr myrkri.


- her finna vit heldur ikki tað endurtikna ?alt er. ið er.? úr 1. og 2. parti, her verður biðið um nakað nýtt. - Við teirri tilsipingini, sum hesar reglur gera til eina aðra, ikki minni kenda, yrking eftir Chr. Matras, nevniliga ?Sigl, oyggj, fram úr mjørka?, er tað tøkt at tolka ?óeind? sum eitt nevni fyri tær Føroyar, sum yrkjarin ynskir sær - í ljósinum frá teimum óheilagu samgongum, ?eindum?, sum yrkingin hevur lýst í 1. og 2. parti.

3. partur, niðurstøðan, vísir fram eftir til tað ókomna og líkist í tí einari aðrari yrking, sum eitur ?málhvarv? og endar soleiðis:


... kýpist málið

mánavegin um

okkurt

ið eingin enn hevur sagt.

Innanmáls og uttan

Tvinnanda ger yrkingarnar torlisnar: annað er orðatilfarið við sínari blanding av sjáldsomum gomlum og nýgjørdum føroyskum orðum og orðasamansteingum, og tey íslendsku orðini. Hitt, sum hevur samband við tað høvuðsrákið í modernistiskari yrking at skíggja ta skilligu, stigskipaðu og eintýddu merkingina, hevur meira at siga; tað er, hvussu orðini eru skipað sínámillum; orða- og setningaskipanin fylgir nevniliga ikki normalmálsligum reglum um orsøk og fylgju, yvir- og undirskipað; eitt annað eru tey óvanligu deixis-viðurskiftini: fornøvn verða nýtt, uttan at tað kemur fram, hvat tey standa fyri; skift verður uttan fyrivarni millum nútíð og tátíð. Hesi eyðkennini í málburðinum eru sambærilig við upplivaningarformarnar í tí ótilvitaða sálarlívinum, eitt nú í dreymi, har fortíð og nútíð eru sama tilverustig og eitt annað skilvísi ræður enn vøkuskilvísið.

Málið er enn sum fyrr tema hjá Carl Jóhan; tað er tað bæði gjøgnum tann serstaka málburðin og við beinleiðis umrøðu av tí. Ein nýggjur áhugi er her fyri tí ikki-málsliga veruleikanum, tí sum ?hevur einki navn enn?. Í savninum er telduheimurin ein grundtreyt, sum tilveran verður livað ígjøgnum, eins og náttúran í romantikkinum var støðið undir heimsfatanini. Fyribrigdi í telduheiminum verða lýst við fyribrigdum úr náttúruni: tíðindi sirma inn á netið, sum skrædnar. Her er tað eins og í romantikkinum náttúran, sum er tað kenda og verður nýtt til at lýsa lívið við telduna og á alnetinum. Í øðrum førum er tað øvugt: myndir úr telduheiminum verða nýttar til at lýsa tað ókenda - menniskjað:


tú ert samgildið, sum ger meg

og teldubant nervar á óvirkin minni


(?samrøða millum sál og likam?)


Við teldu- og fjølmiðlaorðunum - forrit, skíggi, teld o.o - tekur savnið upp nakað av tí mest aktuella orðatilfarinum í málinum, og hesi orðini eru væl at merkja ikki sjálvgjørd men úr veruleikanum uttan fyri yrkingarnar. Hetta veruleikasambandið er ein styrki í savninum. Telduorðini fáa eyðvitað eykamerkingar í tí nýggja høpinum. Daglig orð sum minni, sum hava fingið sítt pláss í telduheiminum, eru eisini virkin í yrkingunum. Samansetingar sum gloymiteld, minnisvídd, tekstógildi og teldurek eru partur av handfaringini hjá yrkjaranum av nútíðarveruleikanum.


teldurek á heysti


eg lesi tey úr tíðindum

norðlýsið ið svívur

aftur inn á skíggjan

eg lesi tey úr tíðindum

kjósina ið stoytist

sum verøldir í minnið.

netið ið skrædnar

av forvitni um einki

eg lesi tey úr tíðindum

ið sirma gjøgnum nálir

og skriva lágt í samskifti

um mynsturkensl sum hvarv.

eg lesi tey úr tíðindum

sum tekstógildið forritar

og rekir inn í gloppið

áðrenn tíðin bindur ringin

og stevið javnast út.

eg lesi tey úr tíðindum

sum leyvið bóru frá.


Tá yrkjarin - sum kann tykjast halgibrot - brúkar eina tragiska mynd eftir Mikines í ?flugufrábrigdum? sínum, ella hann yrkir um ?avboðanardag Mariu?, so er tað liður í roynd hansara at avbyggja (dekonstruera) og loysa sundur vanabundna (konventionella) tolking av mýtum, hugsjónum og hugmyndum, sum eru avgerandi táttur í samleika og mentan okkara. Tað er annars merkisvert, at fleiri grundleggjandi myndir og mýtur um tað kvinnuliga verða umtolkaðar; umframt Mariu eisini Eva, Gunnløð - og ?halgikvendi í helviti?.

Eins og hann í málviðferðini tambar og slítur ta hevdbundnu málskipanina, so ógildir hann í evnisviðgerðini ta hevdbundnu hugmyndaskipanina. Hann tekur sær støði í mentanararvinum - men liðar allar tolkingar av honum sundur. Eftir stendur avbjóðingin til lesaran, eitt landslag av gátuløddum myndum.


E.S.: Í teksti sum hesum er tað serliga tvørligt at misprentingar koma fyri, sum tað at strá er stavað ?stráð?.