Olavsøkan verður umskipað eitt sindur í ár

Umstrídda tivoli-økið til børn verður ikki í ár

Á ólavsøku í ár verður einki tivoli á Skálatrøð

Í ár verður øll ólavsøkan miðsavnað í miðbýnum í Havn. Tað sigur Harald Joensen, formaður í Tórshavnar ítróttarráði. Hesi seinastu árini hevur ein stórur partur av parkeringsplássinum verið brúkt til eitt tivoli við alskyns hentleikum til børn. Men tað hevur verið rættiliga umstrítt, eitt nú tí at tað ofta hevur verið leingi hjá børnunum at bíða eftir at sleppa framat, tí bíðirøðirnar hava verið so langar. Og so hava barnafamiljur gramt seg um, at tað hevur verið og dýrt.

Les meiri um tað her: Tað er herverk at flyta ólavsøkuna oman á Skálatrøð

Harald Joensen, formaður í Tórshavnar Ítróttarráð sigur, at tey eru ikki heilt ósamd. Hann sigur, at tey í Ítróttarráðnum eru ikki ósamd. Hann hevur áðursagt við okkum, at í Tórshavnar ítróttarráð halda tey ikki, at umstøðurnar á Skálatrøð eru nóg góðar, og at tað er orsøkin til nógvar av trupulleikunum, sum eru.

Hann sigur, at sostatt er tað ikki vil teirra vilja í Tórshavnar Ítróttarráði, at tivoli hevur verið á Skálatrøð, tí tey hava vilja miðsavnað alt í miðbýnum. Men tað er Tórshavnar Býráð, sum hevur tvíhildið um, at tað skuldi vera á Skálatrøð.

Tivoli var á Skálatrøð á ólavsøkuni í 2019. Í 2020 var eingin ólavsøka, tí tað beindi korona fyri. Í fjør var ein avmarkað ólavsøka og tá varð ein roynd gjørd at flyta miðsavnað hana meiri í miðbýnum og at spjaða undirhaldið til børn eitt sindur runt í miðbýnum.

Harald Joensen sigur, at tað vísti seg at hepnast so mikið væl, at býráðið og ítróttarráðið eru samd um, at á ólavsøku í ár verður einki tiltak niðri í Vágsbotni, tí alt skal miðsavnast í miðbýnum. Tað merkir, at hoppiborgir, og annað undirhald til børnini, fer at liggja spjatt á einum strekki í miðbýnum.

Annars er hann ikki heilt samdur í, at tað hevur verið so dýrt. Men hann heldur, at av tí at alt lá samlað á Skálatrøð, kunnu fólk hava fingið tað fatan, at tað er so dýrt, tí alt liggur lið um lið.

Á ólavsøku í ár verður einki tivoli á Skálatrøð