Ólavsøkuframsýningin fer at elva til kjak

Har eru piparnøtir, turrur fiskur og onnur væluppløgd politisk listaverk mitt í rúgvuni

 


Ólavsøkuframsýningin í ár er bæði stór, fjølbroytt og ógvuliga samansett.

Tað sigur Kinna Poulsen, sum er kurator á ársins ólavsøkuframsýning, sum letur upp í Listasavninum klokkan 15 ólavsøkuaftan.

 

Á framsýningini eru verk hjá heili 40 sera ymiskum fólkum, har summi hava list sum yrki og onnur fáast við at skapa í frítíðini.

 

Kinna Poulsen ivast ikki í, at onkur verk á Ólavsøkuframsýningini eisini fara at elva til kjak, eitt nú tey trý grafisku verkini, sum eru inspirerað av sangheitum hjá bólkinum 200 á fløguni Vendetta.

 

- Har verður tónleikur, filmur, poetisk performance, installatiónslist, leirlist, foto, kollasjur og ein rúgva av tekningum, grafikki og málningum

 

Kinna Poulsen sigur, at fleiri væluppløgd politisk listaverk verða at síggja, og har verða bæði piparnøtur og turrur fiskur á skránni, eins og sjálv longutong verður havd á lofti.

 

Tey eru eru við á framsýningini í ár, eru: 200, Anita Køtlum, Ann Mari Dam, Ann Mari Mouritsen, Anna Kathrina Højgaard, Anna Malan Jógvansdóttir, Bárður Jákupsson, Bárður Oskarsson, Beinta Gaard, Birita Poulsen, Claus Carstensen, Durita Dam, Eir Nolsøe, Elin J.Smith, Finnleif Mortensen, Fríða Matras Brekku, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Ingunn Danielsen, Jákup Lervig, Janus Kamban, Jóhan Martin Christiansen, Ludvík á Brekku, Lydia Nielsen, Maigun S.Otthamar, Milja Hanusardóttir, Ole Wich, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy, Saga Kapna, Sakaris Fríði Stórá, Sámal Blak, Silja Eystberg, Sissal Kampmann, Steinprent, Súsanna Skylv, Tóroddur Poulsen, Tove Brink, Vagnur Dam og Vígdis Petersen.