Óli hamraði 12 bóltar í kassan hjá Lugi

Óli Mittún var í stórformi tá Sävehof vann stórsigur á Lugi í Partille

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof tóku í dag móti Lugi í Partille í dysti í bestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

Sävehof vann greiðan 39-32 sigur. Í steðginum var Sävehof á odda 21-17.

 

Óli var í stórformi í dag. Hann gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við heili 12 málum. Serliga í fyrra hálvleiki lá væl fyri. Óli skoraði níggju ferðir í fyrra hálvleiki.

 

Harumframt legði Óli upp til fimm onnur mál.

 

Óli var eisini aftaná dystin kosin at vera besti leikarin í dystinum.

 

HER  ber til at síggja og hoyra eina stutta samrøðu við Óla, ið er eitt sindur paff av, at tað gekk so væl við málskjótingini. 

 

Sävehof er fremst í deildini við 12 stigum. Hammarby hevur eisini 12 stig, men verri málúrtøku enn Sävehof.

 

Rói Ellefsen, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Hallby taptu stórt á heimavølli 31-42 (15-22) fyri Ystad. 

 

Rói gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Hallby við sjey málum og einum uppleggi til mál.

 

Hallby er triðaftast í deildini við seks stigum.