Í dag var Óli Mittún fyri fyrstu ferð á liðnum hjá IK Sävehof, har hann var liðfelagi hjá systkinabarninum Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Teir báðir systkinabørnini vóru saman við liðfeløgunum í IK Sävehof á heimavøllinum í Partille Arena, har mótstøðuliðið var ACH Potaissa Turda. Talan var ongantíð um serligan spenning. Hálvleiksstøðan var 24 – 10, og úrslitið var 45 – 21 heimasigur.
Óli Mittún skoraði fýra mál í fyrsta dystinum fyri IK Sävehof, og Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði trý mál.