Oljufýrtænasta í Vágum

Vágar: Shell hevur fingið mann at taka sær av oljufýrtænastuni í Vágum. Nýggi servicemaðurin byrjaði tann 1. august

Tað er kortini ikki nøkur nýggj tænasta sum so, verður sagt av skrivstovuni hjá Oljufelagnum Shell í Havn. Oljufýrtænasta hevur leingi verið. Munurin er bara tann, at fyrr var tað maður úr Vestmanna, sum røkti Vágar. Nú býr maðurin í Vágum, og skuldi tað verið ein eyka tænasta til kundan.

Oljufýringar hava mangan tann merkiliga óvana at steðga á jólum, um vikuskiftini ella á nátt. Tá so servicemaðurin býr í Vestmanna, og ferjan er givin at sigla, kann tað vera langligt at bíða.

Nýggi servicemaðurin hevur tikið skeið í oljufýrtænastu í Danmark, og hevur síðan koyrt eina tíð við servicemonnum í Havn fyri líkasum at seta seg inn í fakið.

Av skrivstouni hjá Shell í Havn verður sagt, at felagið hevur sent húsarhaldunum í Vágum skriv um tænastuna, og at tey eisini hava fingið fleiri kundar av hesum.