Oljuprísurin aftur upp

Bæði olju- og bensinprísurin eru enn eina ferð hækkaðir Í gjár hækkaðu prísirir á olju og bensini hjá Effo. 15 oyru komu upp á liturin av bæði olju og bensini.

Bensinið kostar nú 10,39 krónur liturin, og diesel 9,35 krónur liturin.

1000 litrar av gassolju kosta 7.638 krónur.

Sambært heimasíðuni hjá Magn eru teirra prísir ikki farnir upp enn, men feløgini plaga at hækka sínar prísir nøkulunda í senn.